Spurningur: So eg hevði tað ringt bara fyri meg sjálva í fleiri ár, mínir vinir vistu nógv ting, men eingin vaksin visti naka. Eg gjørdi eisini sjálvskæða, og eg havi roynt at dripi meg sjálva. Eg segði einki við nakran vaksnan tí eg var alt for beingin. So segði eg endliga aftaná fleiri ár við heilsufrøðingin at eg gjøedi sjálvskæða, ikki naka anna, sjálvt um tað er nógv anna, men eg segði bara tað. So helt eg eg fór kanska endiliga at fáa hjálp. Tað tók heilsufrøðinginum eina løtu at siga tað við míni foreldur, men endiliga. Og so helt eg at endiliga, nú havði eg gjørt hetta tingið sum eg var so ræguliga beingin fyri. Nú fari eg endiliga endiliga at fáa hjálp.
Men tað var bara ikki tað sum hendi. Aftaná eina løtu fór eg til læknan, sum so segði eg burdi fari til psykolog. Tað tók mínul foreldrum eina evi evi evi evi heit at gera. Tað tók so leingi. Og nú havði eg verði nakrar ferðir, og tað er einki hent. Nú fari eg bara einaferð aftrat, tí psykologurin heldur tað mann verða nokk. Eg havði prøva alt nú. Eg havi prøva at tosa við mínir vinir (ordliga ofta, enn geri) Eg havði prøva at tosa við míni foreldur. Eg havði sjálvandi og enn geri roynt at blíva betri sjálv. Eg havi roynt at tosa við ein heilsufrøðing. Eg havi roynt at tosa við ein lækna. Eg havi roynt at tosa við ein psykolog. Einki nakrantí riggar.