Trupult í skúlanum

Spurningur: Hey Also tað er mega torfort hjá mær at ganga í skúla tí eg eei bangin fyri mínum lærara sum vit hava í rokning og so er ein stulil hvønn týsdag og hon skeldar alla tíðina og verður altíð súr tá eg ikki dugi okkurt og eg eri byrja at klípa og bíta og klóra meg eg royni at stegga tíð men tað er so ringt og øll í flokkinum larma so illa og og fari í panik og nú havði eg blámerkir á arinum tí eg havði biti og eg trívist ikki í fokkinum eg havði 1 vin sum gongur í 6 fl men hon hevur nógvir arir vinir so eg eri einsmøll hvørt fríkorter. Eg ætli bara at stegga í skúla men tað kann man ikki og og havði bara púra givi upp við rokning og bara fingi tan tankan inn í høvdi at eg fari aldrin at læra tað. Eg føli meg skít bíttan tí øll í flokkinum eru langt gramma fyri meg

Góða genta

Takk fyri brævið.

Tað, tú skrivar, ljóðar ógvuliga tungt og ótrygt. Tað er ikki lætt at ganga í skúla, tá tú ert bangin fyri læraranum og følir, at tú verður skeldað, tá tú ikki dugir. Tað gevur góða meining, at tú fert í panikk, tá tað eisini er nógvur larmur rundan um teg. Tað, at tú klípur, bítur og klórar teg, er ofta ein máti at handfara strongdar kenslur uppá, tá tað følist ov tungt innaní. Tað er ikki tí, tú ert “býtt” ella nakað er galið við tær, men tí, tú hevur tað ringt. Og tað, at tú heldur, at tú ongantíð fer at læra rokning, er ein tanki, sum ofta kemur, tá ein kennir seg aftanfyri og ótryggan. Men tankarnir hjá tær eru bara tankar og ikki sannleikin. Tú kanst læra, men tú hevur tørv á hjálp á tínum egna stigi. Tað er sera týdningarmikið, at tú sigur einum vaksnum frá hesum. Tað kann vera mamma ella pápi tín, ein lærari, tú hevur meira álit á, ella heilsufrøðingurin. Tú eigur ikki at ganga og vera bangin í skúlanum. Tú kanst eisini ringja til Tú og Eg Ráðgevingina á 116111 (kl. 20–24). Tað er vanligt at føla seg einsamallan í fríkorterum og at verða ávirkað av larmi, serliga tá ein longu er stressaður. Tað kann hjálpa at finna eitt meira róligt stað ella ein vaksnan at fara til, tá tað verður ov nógv.

Tú følir tað sum um, tú hevur givið upp, men tað ber til at fáa tað betri, bæði í skúlanum og við rokning. Tú ert ikki einsamøll, og tú hevur uppiborið at hava tað trygt.

Tú ert vælkomin at skriva aftur ella at ringja til 116111.

Alt tað besta.