Góða genta
Takk fyri, at tú skrivar inn. Tað, tú skrivar, ljóðar ógvuliga tungt og vónleyst. Tú hevur tikið eitt stórt stig við at siga frá til heilsufrøðingin og vísa sárini. Tað krevur nógv mót! Tí er tað skiljandi, at tú ert vónbrotin og kanska eisini óð, tá tað kennist, sum at einki er broytt aftaná. Tú nevnir eisini tankar um at skaða teg sjálva og at taka lívið av tær. Tað er álvarsamt, og tað vísir, hvussu nógv tú stríðist innaní. Tað, at tú heldur, at tú ert “ein pussy”, tí tú ikki sker djúpt, er ein ógvuliga harður tanki móti tær sjálvari. Sannleikin er, at tað vísir styrki, at ein partur av tær heldur aftur og vil liva, hóast tað er ringt. Tað er ógvuliga týdningarmikið, at tú ikki stendur einsamøll í hesum. Tú hevur longu fingið eina ávísing til sálarfrøðing. Royn og fylg upp uppá hana saman við foreldrunum. Um tað kennist torført at siga alt, kanst tú vísa teimum hetta, tú hevur skrivað her. Tú kanst eisini tosa við mammu tína, hóast tað er torført. Hon hevur sagt, at tú kanst koma til hana. Eisini kanst tú ringja til Tú og Eg Ráðgevingina á 116111 (kl. 20–24).
Tá ein hevur tað so ringt, kann tað kennast, sum um einki hjálpir, og at alt stendur í stað. Tað er ein vanlig kensla, men tað merkir ikki, at einki kann broytast. Ofta krevur tað fleiri stig og eitt sindur av tíð, áðrenn hjálpin veruliga fer at merkjast. Tað, tú upplivir, kann broytast, og tú hevur uppiborið hjálp og umsorgan. Tú ert ikki einsamøll í hesum. Tað eru fólk, sum vilja hjálpa.
Tú ert vælkomin at skriva aftur ella at ringja til 116111.
Alt tað besta.