Onnur hjálp

Vit arbeiða við eini felags hjálparlinju til børn, ung og foreldur, sum leita sær ráðgeving.

Til hon er klár, vísa vit til felagsskapir og stovnar niðanfyri, sum bjóða ráðgeving og hjálp.

Fólkakirkjan
Sálarrøkt merkir "at røkja sálina", og er eitt tilboð frá fólkakirkjuni um eina kjatt samrøðu við ein prest í trúnaði. Tilboðið er ókeypis.
Gigni
Heilsufrøði til børn & ung er ein miðsavnandi vitanar- og ráðgevingardepil, sum gongur á odda í tilgongdini at menna fólkaheilsu til børn og ung.
Sinnisbati
Sinnisbati virkar fyri betri korum, rættindum og tryggjar javnbjóðis møguleikar fyri menniskju við sálarsjúku avvarðandi teirra. Kjattráðgevingin er opin mánakvøld, mikukvøld og hóskvøld millum kl. 20:00-22:00.
Ítróttur
MEA
Endamálið við MEA er at skapa góð sambond millum menniskju bæði í parlagi og uttan fyri parlag. ​MEA arbeiður fyri at styrkja um trivnaðin og tryggleikan hjá børnum - við fokus á relatiónina ímillum foreldrini.
SSP
SSP stendur fyri Skúli, Sosialir myndugleikar og Politi og er eitt tvørfakligt samstarv í Føroyum, sum skal fyribyrgja kriminaliteti og skaðandi atburði millum børn og ung (0-17 ár)
Kirkjuliga Heimamissiónin
Heimamissiónin er eitt stað, har børn og ung kunnu hittast, hava stuttligt og vera saman. Har er pláss at tosa um lívið og finna ein góðan felagsskap.
LGBT+
LGBT+ Føroyar er ein felagsskapur í Føroyum, sum arbeiðir fyri, at øll skulu hava somu rættindi og møguleikar.
Blái Krossur Føroya
Blái Krossur er ein hjálparfelagsskapur, sum arbeiðir fyribyrgjandi og veitir serkøna hjálp til tey, sum eru rúsbundin, og teirra avvarðandi.
Títt rúm
Títt Rúm er eitt tilboð til øll í aldrinum 0-35 ár, sum hava foreldur við rústrupulleikum og familjur teirra. Títt Rúm bjóðar bólka- og einstaklingasamrøður, umframt foreldra- og familjusamrøður.
Reyði Krossur Føroya
Endamálið hjá Reyða Krossi er at verja lív og heilsu á ein virðiligan hátt, og at virka fyri sínámillum semjum, vinalagi, samstarvi og varandi friði millum øll fólkasløg.
Autismufelagið
Autismufelagið er áhugafelagið hjá teimum, sum hava autismu, ella á einhvønn hátt varða av fólki, ið bera brekið autismu.
ADHD-felagið
ADHD-felagið í Føroyum er ein felagsskapur, sum hjálpir og stuðlar børnum, ungum og vaksnum við ADHD.
Útlendingastovan
Útlendingastovan veitir hjálp og vegleiðing til útlendingar, sum vilja koma til Føroyar.