Góða genta
Takk fyri brævið.
Tað ljóðar ikki stuttligt hjá tær at hava so nógvar keðiligar tankar, sum forstýra svøvnin hjá tær. Harafturat er tað strævið, tá man ikki hevur tað gott við vinum og í flokkinum.
Eg haldi, at tú skalt tosa við mammu tína umaftur um, hvussu tú hevur tað nú. Tí so kann hon hjálpa tær at fáa tað betri. Annars kanst tú tosa við onkran annan vaksnan, ið tú stólar uppá, og tú kanst eisini ringja inn til okkara ráðgeving á tlf. 116 111 hvønn dag millum kl. 20-24. Tá er ikki neyðugt hjá tær at siga, hvør tú ert.
Og so ert tú sjálvandi eisini vælkomin at skriva aftur til okkara.
Alt tað besta,
Annika