Góði tú,Takk fyri brævið.Tað ljóðar sum ein óbehagilig hending hjá tær, og eg skilji væl, at tú reagerar við at sláa frá tær.Um so er, at tú verður meldaður fyri hesa hendingina, og politiið avger at reisa ákæru, so fert tú at fáa ein advokat, sum tú ikki skalt gjalda fyri. Hesin advokaturin hevur til uppgávu at verja teg í málinum.Tú ert vælkomin at skriva aftur, um tú hevur fleiri ivamál.Alt tað besta