Góða genta
Takk fyri brævið. Tað, tú greiðir frá, ljóðar ógvuliga tungt. Tað er hart at kenna seg uttanfyri í flokkinum og royna sítt besta og so føla, at tað ikki er nóg gott. Tað gevur góða meining, at tú ert móð og hevur tað ringt í skúlanum. Tú skrivar eisini um sjálvmorðstankar. Tað er álvarsamt, og tað er gott, at tú sigur frá. Samstundis vísir tú, hvussu nógv familjan hevur at siga fyri teg, og tað er ein avgerðandi partur. Tað, at tú hatar nógv við tær sjálvari og hevur pilkað í fleiri ár, vísir eisini, at tú gongur við nógvum tungum kenslum. Tað merkir IKKI, at tað er nakað galið við tær, men at tú hevur tað ringt. Tað er heldur ikki egoistiskt at vilja verða hoyrd í einum vinarlagi. Tú hevur eisini tørv á plássi og umsorgan.
Tað er ordiliga gott, at tú hevur sagt tað við mammu tína, og at tú skalt til sálarfrøðing. Um tað kennist ov tungt at bíða, er týdningarmikið, at tú tosar við ein vaksnan nú. T.d. foreldrini, ein lærara ella ein annan, tú hevur álit á. Tú kanst eisini ringja til Tú og Eg Ráðgevingina á 116111 (kl. 20–24).
Tað er vanligt at kenna seg uttanfyri, tá flokkar eru klikutir, men tað kann broytast, serliga nú lærarin arbeiðir við tí. Og tá ein hevur tað ringt, kann heilin vera sera kritiskur móti sær sjálvum, hóast tað ikki er allur sannleikin. Tað kann kennast ómøguligt beint nú, men tað kann blíva betri. Tú ert ikki einsamøll.
Tú ert vælkomin at skriva aftur ella at ringja til 116111.
Alt tað besta.