Um Barnabata

Barnabati varð sett á stovn 22. mars 1980

Alt virksemið felagsins tekur støði í ST Barnarættindasáttmálanum.

Barnabati virkar fyri at bøta og menna um kor, trivnað og menning hjá børnum og ungum í Føroyum.
Vit ynskja, at øll børn og ung hava møguleika til persónliga menning, og at tey fáa tann stuðul og umsorgan, tey hava tørv á og rætt til.
Barnabati er ein barnarættinda- og landsfelagsskapur, óheftur av átrúnarligum og politiskum sjónarmiðum.

Virksemið er eisini kent undir heitinum NGO ‘Non-Governmental Organization‘, ið er eitt felagsheiti fyri eina røð av størri ella minni privatum, sjálvbodnum felagsskapum við hvør sínum serstøku áhugamálum.
Eitt, ið eyðkennir NGO felagsskapir, er, at hesir eru løgfrøðiliga og fyrisitingarliga óheftir av landsmyndugleikunum. Teir hava ein týðandi leiklut sum ískoyti til ta politisku tilgongdina í samfelagnum, og gera sítt til, at minnilutabólkar og áhugamál fáa størri ávirkan.

Barnabati er eisini ein NPO felagsskapur, ið merkir, at møguligt fíggjarligt yvirkot bert fer til at menna virksemið, og/ella veita tær tænastur, sum felagsskapurin arbeiðir við.

Barnabati virkar fyri, at børn og ung í Føroyum hava tey rættindi, ið eru staðfest í ST barnarættindasáttmálanum og samtykt av Føroya løgtingi í kunngerð nr. 6 frá 16.01.1992.
Eisini tekur alt virksemið hjá Barnabata støði í grund- og barnasjónarmiðum barnarættindasáttmálans, ið siga, at øll børn hava líka virði (grein 2). At hugsað verður um barnsins besta (grein 3). Barnsins rætt at liva og búnast (grein 6), og barnsins rætt at geva sína meining til kennar, og at fáa síni sjónarmið vird í øllum, ið viðkemur børnum og ungum (grein 12).

Endamálsorðing fyri 116 111 Tú & Eg ráðgevingina
116 111 Tú & Eg Ráðgevingin er ein ókeypis dulnevnd ráðgeving til børn og ung. Ráðgevingin veitir – óheft av átrúnaðarligum og politiskum hugburði – holla fakliga upplýsing, vegleiðing og ráðgeving til øll tey, sum seta seg í samband við hana. 

Ráðgevaratoymi
Ein ráðgevi skal hava eina viðkomandi útbúgving á bachelor støði ella samsvarandi. Eisini skal ráðgevin til eina og hvørja tíð kunna vísa á eina revsiváttan uttan átekning.

Tagnarskylda
Tann sjálvbodni ráðgevin hevur tagnarskyldu í mun til persónsupplýsingar og viðurskifti, sum viðkomandi fær kunnleika til sum partur av virkseminum hjá Barnabata. Tagnarskyldan fellur ikki burtur, um ein steðgar at arbeiða sum ráðgevi.

Samtykki til innheinting av revsiváttan
Barnabati hevur, vísandi til §2 og 4 í barnaváttanarlógini, skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn ein persónur verður settur í starv, ella verður settur sum ráðgevi – eisini um viðkomandi er sjálvboðin. Hetta tí, at ráðgevin, sum virkin í 116 111 Tú & Eg Ráðgevingini, hevur beinleiðis samband við børn. 

Dulnevnd ráðgeving ella ráðgeving í trúnaði.
Tað er viðkomandi fyri tey, sum gera brúk av ráðgevingini, at vita, at tað kann vera munur á dulnevndari ráðgeving og ráðgeving í trúnaði.
Ein dulnevnd ráðgeving er, tá ráðgevingin ikki hevur atgongd til persónupplýsingar hjá teimum, sum venda sær til ráðgevingina, uttan so at brúkarin sjálvur gevur sín samleika til kennar. 

At tú ert dulnevnd/ur merkir, at ráðgevingin ikki kann síggja telefonnummar ella teldupost, og hann hevur ikki atgongd til aðrar upplýsingar enn teir, sum brúkarin velur at upplýsa. Tað er ikki nóg mikið at fjala telefonnummarið á telefon ella telduskíggjanum. Ein dulnevnd ráðgeving vil sostatt vanligt hava eina avtalu við telefon/tøkni veitaran um, at allar áheitanir frá brúkarum eru bronglaðar. 

Tá talan er um ráðgeving í trúnaði, er brúkarin ikki dulnevndur, men ráðgevin hevur framvegis tagnarskyldu.

Í flestu førum er tað avgerandi fyri tann, sum setur seg ísamband við ráðgevingina, at tað er møguligt at vera dulnevndur. 
Brúkarin avgerð, hvat hann upplýsir um seg sjálvan. Hann kann sostatt avdúka hvør hann er við at siga navn og bústað, ella við at geva ymiskar upplýsingar, sum saman kunnu geva eina greiða ábending, um hvør persónurin er.
Hetta merkir sjálvsagt ikki, at ráðgevin frítt kann geva upplýsingar um persónin víðari. Ráðgevin hevur tagnarskyldu og skal til eina og hvørja tíð viðra, at samrøðan er í trúnaði.

Um ein brúkari á ein ella annan hátt upplýsir sín samleika, ella hvar viðkomandi býr, so verða hesir upplýsingar nýttir, um ráðgevin metur tað vera neyðugt at forða fyri eini lívshættisligari støðu og/ella álvarsamari brotsgerð. Ráðgevin hevur fráboðanarskyldu. Fráboðanarskyldan og foripliktin skal raðfestast fram um tagnarskyldu og lyfti um samskifti í trúnaði og tað at vera dulnevndur. 

Hjálp til at vera dulnevndur
Sum dulnevnd ráðgeving er viðkomandi at hjálpa teimum, ið venda sær til hana, so at tey ikki ótilætlað upplýsa, hvørji tey eru. 

Øll, sum ringja 116 111, eru dulnevnd, um tey ikki sjálvi velja at siga, hvørji tey eru. Tey, sum starvast hjá Barnabata, og ráðgevararnir, hava ongan møguleika at síggja, hvør tað er, sum ringir. 

Brævkassin er eisini dulnevndur. Har ber til at senda eitt bræv uttan at upplýsa nakað, sum kann siga hvør ein er. Men tað ber eisini til at velja at fáa svar á sín teldupost. Tá er samskiftið í trúnaði, men ikki dulnevnt. Tá er tað viðkomandi at endurtaka, at hetta samskiftið er í trúnaði.