(:
Hey hey! Tað er normalt hjá øllum kvinnum at hava óregluliga mánasjúku av og á og oftast tey ungu árini, og so aftur tá ein er farin um tey 40. Orsøkin er, at eggrøturnareggjastokkar gera skiftandi nøgdir af hormonum, sum ávirka lívmóðrina , soleiðis, at rovan veksur og so dettur av sum bløðing, ofta ymisk nøgd og ymiskt dagatal ímillum. […]
BH’ er
Hey fitta tú og takk fyri vøkru orðini til okkara! Eg fari at royna at svara tínum spurningi so væl sum gjørligt. Tú ert ein av teimum nógvu gentunumkvinnunum, ið hava ein eitt sindur øðrvísið kropsbygnað, sum ger, at tað er trupult at fáa ein brósthaldara at sita væl. Tað er so tann eini trupulleikin, […]
BMI
Góða ella góði tú, ið setir henda álvarsliga spurning! Eg síggi fyri mær, at ein persónur er diddarak av etingarólag, har personurin fær alt ov lítið at eta t.v.s. fær ov lítla orku og tí forbrennur sín egna vevnað, fyrst feittið, so vøddar og eisini vevnað frá ymiskum kertlum, soleiðis at persónurin verður móður, veikur, nógvar […]
Bróst
Hey ‘Bróst’ Nú skrivar tú ikki hvussu gomul tú ert, men tað er ymiskt hvussu leingi bróstini vaksa. Hjá summum vaksa tey til uml. 18 ára aldur, og hjá summum longri enn tað. Ofta vaksa bróstini til seinast í pubertetinum, og tað er jú eitt sindur ymiskt nær puberteturin endar fyri ta einstaku gentuna. So […]
Bumsar
Góðan dagin “bumsurin”! Tín trupulleiki er, at tú í fleiri ár hevur verið plágaður av ringari húð, ella sum tú sjálvur kallar tað, bumsar. Tað er vanligt, at tannáringar hava ringa húð í longri ella styttri tíðarskeið. Tað er orsakað av broytingunum, sum henda við skiftinum millum at vera barn, ungur og vaksin. Tað er […]
Bumsurin
Góðan dagin ”bumsurin”! Tín trupulleiki er, at tú í fleiri ár hevur verið plágaður av ringari húð, ella sum tú sjálvur kallar tað, bumsar. Tað er vanligt, at tannáringar hava ringa húð í longri ella styttri tíðarskeið. Tað er orsakað av broytingunum, sum henda við skiftinum millum at vera barn, ungur og vaksin. Tað er […]
Busta tenn!!!!!
Hey Hey! Tað, sum hendir, um tú ikki bustar tenn er, at tennirnar gerast skitnar og bakteriur koma í munnin av matloyvdum, sum so fáa loyvi at vera har, tí tær ikki verða bustaðar og skolaðar burtur. Eisini verður lukturin í munninum ringur. Emaljan, sum verjir tennirnar, byrjar at etsast, og um tað heldur áfram […]
Diabeticus
Hey hey! Tað er torført at siga út frá tínum brævi, um tú hevur sukursjúku ella ikki. Um tú ert í iva ella hevur varhugan av, at tað kann vera tað, so skalt tú ikki ivast í at fara til læknan. Tá nú heilsusystirin eisini hevur sagt við teg, at tú eigur at fara til […]
drongur 12 ár – pissilingurin
Hey drongur 12 ár, pissilingur Takk fyri brævið – Tað er gott tú tekur hetta evnið upp, tí tað eru nógvir dreingir, ið uppliva tað sama sum tú – teir hava ilt við at fáa forhúðina aftur, tá penis er stívur (penis = latín fyri pissiling). Út frá tí tú skrivar, kundi tað ljóðað sum […]
Drumblu
Hey drumblu! Tað er gleðiligt, at tú ert so ábyrgdarfull at hugsa um verju ímóti kynssjúkum. Tað er púra rætt, at HPV smittar við samlegu. Virusið, ið kann geva lívmóðurhálskrabba og kynsvørtur, smittar illa, serliga ímillum tey ungu. Um sjeikurin bert nertir teg við fingrunum, hendir einki. Um hann hevur nortið við seg sjálvan og […]