Hey fitta tú og takk fyri vøkru orðini til okkara!
Eg fari at royna at svara tínum spurningi so væl sum gjørligt. Tú ert ein av teimum nógvu gentunumkvinnunum, ið hava ein eitt sindur øðrvísið kropsbygnað, sum ger, at tað er trupult at fáa ein brósthaldara at sita væl. Tað er so tann eini trupulleikin, og hin er, at tað er so lítið úrval av brósthaldarum í Føroyum, tá ein ynskir ein við eini serligari stødd. Eg havi kannað á internetinum, hvussu tú kanst fáa røttu støddina, og tað ber til, tí har er eisini ein breidd, ið eitur 65 cm. Far inn og googla brystholdere-størrelser og so kemur tú inn a nógvar møguleikar, har nógvar internet-sølur bjóða øll sløg og støddir av brósthaldarum. Tú kanst keypa teir á netinum. Ver bara vís í, hvørja stødd, ið tú ert, so at tú fært gleði av tí, sum tú møguliga fert at keypa.
Bestu heilsur Tú & Eg Ráðgevingin