Busta tenn!!!!!

Spurningur: Hvat hendir um man aldrin bustar tenn ? og hvat hendur um man t.d keðir seg og so fer man bara at busta tenn ofta og leingið ?? altso er tað gott fyri tenninrnar at busta tenn allatíðina plzz svara !!! hetta er tí at eg aldrin busti tenn, men eg eri byrja at busta tenn næstan allatíðana ! eg busti entá tenn nú meðan eg skrivið hetta ella eg havi hana bara í munninum nú !!

Hey Hey! Tað, sum hendir, um tú ikki bustar tenn er, at tennirnar gerast skitnar og bakteriur koma í munnin av matloyvdum, sum so fáa loyvi at vera har, tí tær ikki verða bustaðar og skolaðar burtur. Eisini verður lukturin í munninum ringur. Emaljan, sum verjir tennirnar, byrjar at etsast, og um tað heldur áfram soleiðis, tekur emaljan skaða, og tú fært hol í tennirnar. Um ein, sum sjáldan bustar tenn, knappliga byrjar at busta tenn ofta og leingi, má tannkjøtið venja seg við eina nýggja støðu, og ofta fer tannkjøtið at bløða. Tað er umráðandi ikki at hava eina ov harða bust, og at tú ikki bustar ov ógvisliga. Royn at taka tað róligt við tannbustingini! Alt við máta, eisini við tannbusting! Tað verður mælt til at busta tenn 2-3 ferðir um dagin, millum 3 og 5 minuttir. Ansa eisini eftir ikki at busta ov harðliga!

Vinarliga Tú & Eg Ráðgevingin