Undirlíviðov tronga forhúð.

Tá ein er 15 ár er hettar ein nokk so vanligur trupulleiki, at forhúðin ikki kann skumpast uppum penishøvdið.  Kynsgøgnini eru vaksin nógv. Tú kanst royna at mýkja forhúðina við at koyra vaselin ella húðkrem innundir og so køla liminpenis i køldum vatni, hettar minkar um støddina, so tað verður betur pláss, og so varisliga […]

‘eg’

Góður spurningur! Fyri at ein kvinna kann gerast við barn, krevur tað, at eitt egg er til staðar – tað vil siga at eggið hevur leysrivið seg, og er ávegis gjøgnum eggjaleiðararnar. Vanliga hava kvinnur eggloysn áleiðis millum tvær mánasjúkur – og verða tí lættast við barn dagarnir millum tvær mánasjúkur. Tað skuldi tí í […]

Eg 14 ár

Góði ‘Eg 14 ár’! Tað eru nakrar reglur, sum ein kann ganga eftir tá ið byrjað verður at styrkivenja. Ein eigur at byrja varisliga. Tá ið ein er 14 ár er ikki vanligt at vera liðugur at vaksa, so tú kanst fylgja hesum ráðum: Ikki venja við vektum, sum eru tyngri enn, at tær kunnu […]

Hey “ … ”! Takk fyri brævið! Tað kann vera torført at hava foreldur, ið eru skild og sum tú følir, at tú skalt býta tín kærleika javnt ímillum. Tað er ikki lætt hjá tær at noyðast at velja ímillum foreldrini viðvíkjandi, hvar tú skalt sova. Faktiskt er tað alt ov strævið. Tú kanst biðja […]

..?

Hey! Tú hevur eitt problem, sum sera nógv ung hava. Tú ert eitt sindur ósikkur um teg sjálva, tá ið tú ert saman við tínum vinum. Tú heldur sjálv, at tú ert buttut, men tað er als ikki vist, at tíni vinfólk halda tað mótsatta, helst er tað bara nakað, sum tú heldur, at tey […]

… og Tann sum hopar at fáa svar 

Hey tit báðar! Tað hevði kanska verið ynskiligt í summum førum, men man fær ikki størri bróst við at drekka mjólk. Hinvegin er tað týdningarmikið fyri kroppin, at vit drekka mjólk, av tí at mjólkin inniheldur vitaminir og mineralir, sum kroppurin hevur brúk fyri hvønn dag. Vinarliga Tú & Eg Ráðgevingin

…..!

Hey hey. Gott at tær dámar síðuna. Tað kann vera, at grundin til at tú ert eym um bringuna, er at hon veksur. Tú ert við at búnast og fáa bróst og tað ger at tú verður eym. Um tú ivast í um tað kann vera okkurt annað, vil eg ráða tær til at ringja […]

‘Eg’

Góða ‘Eg’! Hesin trupulleikin, ið tú umrøður, er ikki stuttligur at hava. Nú veit eg ikki, hvønn aldur tú hevur og um tú ert liðug at vaksa? Um tað veruliga nívir teg at vera 144 cm, kanst tú fara til lækna og tosa við hann um hormonviðgerð, og um hetta møguliga er ein loysn fyri […]

‘stretch Marks’

Góða genta 17 ár! Tað er tíverri ongin effektiv viðgerð av strekkmerkjum. Hesi eru komin tí bróstini  so knappliga vuksu,  sum tá ein er við barn. Helst fitnaði tú eisini nakað tá. Strekkmerkini  kunnu minka og blikna , um tú lætnar eitt sindur og fært sól á bringuna. Ongin salva kann “lekja”  hesi merkini, sum eru varandi  broytingar […]

“Pu Ha”

Hey. Takk fyri brævið. Tá tú skrivar soleiðis, tulki eg tað sum, at tey halda, at tú luktar av sveitta. Tad er ymiskt, hvussu vit lukta. Tad er tó ógvuliga vanligt, at mann byrjar at lukta øðrvísi, tá mann kemur í pubertetin. Í pubertitinum henda nógvar kropsligar broytingar og tann kynsliga búningin hevur millum annað […]