“Pu Ha”

Spurningur: Hey :'(

Øll sum eg kenni siga at eg lukti illa og eg fari annan hvønn dag í bað.
hvat skal eg gera?

Hey.
Takk fyri brævið. Tá tú skrivar soleiðis, tulki eg tað sum, at tey halda, at tú luktar av sveitta. Tad er ymiskt, hvussu vit lukta. Tad er tó ógvuliga vanligt, at mann byrjar at lukta øðrvísi, tá mann kemur í pubertetin. Í pubertitinum henda nógvar kropsligar broytingar og tann kynsliga búningin hevur millum annað við sær, at mann sveittar meira, og at sveittin luktar sterkari enn fyrr. Tí kann tað vera neyðugt at fara í bað hvønn dag. Fyri at fáa sveittaluktin vekk skal mann vaska sær vid sápu og brúka deodorant aftaná. Deodorantur fæst í flestu handlum, og teir sum innihalda ”anti-perspirant” hava bestan virkning upp á luktin. Somuleiðis er neyðugt at skifta klæðir, serliga undirklæðir, sokkar og t-shirt hvønn dag. Um man sveittar nógv, er eisini betri at brúka t-shirts og blusur, sum eru úr bumull. Summi sløg av toyi, t.d. polyester, gera at man sveittar meira. Á merkjunum sum eru innan í blusunum kanst tú lesa hvat tíni klæði eru gjørd av. Vóni at tú kanst brúka ráðini – um ikki mást tú endiliga skriva aftur.

Tú & Eg Ráðgevingin