‘eg’

Spurningur: Hvssu stórur er kjansurin fyri at blíva uppá vegin, tá ið man hevur menstratión? Og hvussu ber tað til, at tað yvirhøvur kann lata seg gera?

Góður spurningur! Fyri at ein kvinna kann gerast við barn, krevur tað, at eitt egg er til staðar – tað vil siga at eggið hevur leysrivið seg, og er ávegis gjøgnum eggjaleiðararnar.
Vanliga hava kvinnur eggloysn áleiðis millum tvær mánasjúkur – og verða tí lættast við barn dagarnir millum tvær mánasjúkur.

Tað skuldi tí í teori’ini ikki verið gjørligt at blivið við barn meðan ein hevur mánasjúku. Men veruleikin er, ikki allar kvinnur hava heilt regluligar mánasjúkur – og heldur ikki regluliga eggloysn. Tí kemur tað fyri, at ein kvinna kann hava eggloysn, MEÐAN hon hevur mánasjúku, t.v.s. eitt nýtt egg er ávegis, meðan tað undanfarna eggið fer út við mánasjúkuni.
Har aftrat skal havast í huga, at ein sáðkykna kann yvirliva í upp til 5 dagar í lívmóðrini – so ein kvinna kann gerast við barn, um hon hevur óvarda samlegu fleiri dagar áðrenn hon hevur eggloysn.

Kanningar vísa, at tað er sera ótrygt at at brúka sokallaðar ‘tryggar periodur’ sum verju ímóti at gerast við barn. Hetta merkir at tað er als ikki trygt at hava óvarda samlegu í tíðarskeiðum, har man ikki heldur seg kunna gerast við barn, t.d. meðan man hevur mánasjúku.

Tað er eisini umráðandi at minnast til, at gerast við barn ikki er einasti vandin við óvardari samlega – smittandi kynssjúkur kann verða ein onnur óynskt avleiðing.

Sostatt er frægast at brúka verju HVØRJA FERÐ!
Tú kanst lesa meira um verju undir ‘EG& LÍVIÐ’ kynslív
Tú ert sjálvandi eisini vælkomin at skriva ella ringja aftur til Tú & Eg Ráðgevingina.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin