..?

Spurningur: HeeyJ Eg havi eitt problem, eg eri ikki nøgd við meg sjálva, eg haldi, at eg eri buttut, eg haldi ikki akkurát, at eg eri ordiliga feit, men eitt sindur smáfeit, og altíð, tá ið eg eri saman við familjuni, siga tey altíð, at eg riggi so gott og eri so snøgg, og tá ið eg eri saman við vinum, føli eg, akkurát sum tey halda tað mótsatta. Allar mínar vinkonur hava havt sjeik, og tað havi eg ikki. Siga foreldur, og familja bara at man riggar væl, so man skal føla seg betur, ella hvat?

Hey!
Tú hevur eitt problem, sum sera nógv ung hava. Tú ert eitt sindur ósikkur um teg sjálva, tá ið tú ert saman við tínum vinum. Tú heldur sjálv, at tú ert buttut, men tað er als ikki vist, at tíni vinfólk halda tað mótsatta, helst er tað bara nakað, sum tú heldur, at tey halda.
Tá familjan hjá tær rósar tær fyri eitthvørt, so rokni eg við at tey meina tað tey siga.
Tað tú kanst gera er, at royna at arbeiða við tær sjálvari á tann hátt at tú roynir at vera glað fyri, at tú riggar væl… ikki brúka tína orku til tað mótsatta. Minst til tað! Sig við teg sjálva, “eg riggi væl”. Ger tað ofta, og vita um tað ikki hjálpir.
Tað, at tú ikki hevur havt nakran sjeik, er heilt vanligt á tínum aldri. Og tað er eisini heilt vanligt at hugsa nógv um tað, alt sovorðið hoyrir tannáringum til. Ofta kunnu tannárini vera nokk so forvirrandi og strævin at koma ígjøgnum, í øllum førum av og á. Men tað besta við tannárunum er, at so nógv spennandi hendir. So tú hevur nógv at gleða teg til.

Góða eydnu við tannárunum!

Tú & Eg Ráðgevingin