Avhengiur
Halló avhengiur! At fleyga sær er normalt! At fleyga sær til porno er eisini normalt. Normalt merkir, at tað eru sera nógv, ið hava tann atburðin og at sera fá halda, at tað til dømis er løgið at fleyga sær til porno. Tú undirritar teg sum tengdan at porno, eg hugsi bara at so leingi […]
):
Hey og takk fyri brævið! Tað er ymiskt, hvat fólk leggja í orðið hora. Tað er rættiliga syrgiligt, at orðið hora verður brúkt, tí tað er við til at fordøma ein bólk av kvinnum, ið møguliga hevur ein øðrvísið atburð enn onnur, og møguliga ikki. Tó fært tú meg at undrast á, hví tú brúkar […]
‘…..’
Hey ‘…..’ Hatta er ein góður spurningur! Tað er sera ymisk hvussu okkum dámar at mussast. Summi dáma best at brúka tunguna nógv, meðan onnur helst vilja mussast uttan. Summi vilja helst hava vátar, langar mussar, meðan onnur ikki dáma, at tað er ov vátt o.s.fr. Tað allarbesta hevði verið, um tú kundi tosa við […]
..Hey, hmm?
Tað er púra vanligt, at tað koma “prumpiljóð” hjá gentuni undir samlegu. Tað kemst bara av, at tað kemur luft inn við, tá ið drongurin tekur seg heilt út og inn. Tað nýtist tú ikki vera flóv av, tí sum sagt, so er tað heilt vanligt, og nakað, flestu kvinnur hava prøvað. Eg dugi ikki […]
………..
Hey ‘Dulnevnd, 14 ár’. Tú spyrt, nær tað er vanligt at vera seriøst saman við einum dreingi, og eg giti at tú meinar, nær tað er vanligt at fara í song við einum dreingi fyrstu ferð. At fara í song saman er fyri tey flestu eitt stórt og spennandi stig at taka, og vanligt er, […]
:´(
Hey :´( Nei, tað er einki galið við tær. Tað er so ymiskt, nær gentir fáa hár í neðra. Tú mást bara hava tol, tí tað fer at koma. Heilt sikkurt. Men eg skilji væl, at tú ert eitt sindur ótolin. Man vil vera líka sum hini. Vinarliga Tú & Eg Ráðgevingin
‘eg’
Góður spurningur! Fyri at ein kvinna kann gerast við barn, krevur tað, at eitt egg er til staðar – tað vil siga at eggið hevur leysrivið seg, og er ávegis gjøgnum eggjaleiðararnar. Vanliga hava kvinnur eggloysn áleiðis millum tvær mánasjúkur – og verða tí lættast við barn dagarnir millum tvær mánasjúkur. Tað skuldi tí í […]
Eg
Hey! Fyri at blíva innlagdur á psykiatrisku deild, skalt tú venda tær til tín kommunulækna, so at hann ella hon kann meta um, hvørja hjálp tú skal hava. Blíðar heilsur Tú & Eg Ráðgevingin
Abort í Danmark?
Goða genta 16 ár. Tá ein hevur tikið p-pillarar meira enn eitt ár kemur tað fyri at bløðingin ikki kemur og tað er i lagi, orsøkin er at rovan er blivin so tunn at tað bert kemur eitt sindur av slími, men sjálvandi skal tú sum skjótast gera eina graviditets roynd, sum tú kanst keypa […]
Vil av við p-stavin
Tu ert ikki persónliga myndug, men tú kanst fara til læknan hjá tær uttan at foreldrini eru við (Hetta kann man tí ið ein er eldri enn 15 ár) tað snýr seg um fyribyrging og graviditet. Tú hevur rættin at avgera um og hvat slag av fyribyrging tú vilt brúka. Tað er altíð gott at hava […]