Vil av við p-stavin

Spurningur: Hey, eg eri ein 17 ára gomul genta. Fyri uml. 2 mánum síðani fekk eg p-stav. Eg segði nei við foreldur og lækna, men eg skuldi hóast alt. Eg eri sera ill at eg skuldi hava hann sjálvt um eg ikki ynskti tað. Eg havi havt sjeik í meira enn eitt ár, og vit eru bæði klár til at gerast foreldur. Eg havi sæð hvussu hann uppførir seg rundan um pinkubørn og hann klárar seg sera væl. Hann er 19 ár. Nógv siga at man oyðileggur livið hjá sær, við at blíva foreldur sum ungur. Kann eg bara fara til lækna uttan mammu ella foreldur og taka hann ur? Eg havi hugsa um at gjørt tað sjálv, um tað skal vera við foreldrum. Vit hava samlegu uttan hít ella nakað og tað hava vit gjørt áðrenn eg fekk p-stavin, men sáði hjá sjeikinum eru ov veik so tað ber ikki til. Og ein annar spurningur er, at eg bleiv liðug við mina mens síðsta vikuskifti og siðan tá, hava vit havt samlegu uttan hít og hvørja ferð tá hann tekur hann úr bløði eg. Eg havi lisið mangt at tað kann hava við kreft at gera, ella at eg eri við barn? Hvat kann orsøkin vera?

Tu ert ikki persónliga myndug, men tú kanst fara til læknan hjá tær uttan at foreldrini eru við (Hetta kann man tí ið ein er eldri enn 15 ár) tað snýr seg um fyribyrging  og graviditet.
Tú hevur rættin at avgera um og hvat slag av fyribyrging tú vilt brúka.
Tað er altíð gott at hava foreldrini i sinum parti, so tosa við tey ella tann tú best kanst tosa við.
Tú heldur, at tit eru  búgvin at gerast foreldur, tað halda tini foreldur helst ikki,  tú hevur sum er, stutta lívserfaring, tá tú bert er 17 ár. Helst býrt tú heima og kann ikki forsyrgja tær sjálvari og einum barni sum er. Tað hevur væl ikki skund at gerast foreldur! Fá tær eina útbúgving og arbeiðsroyndir fyrst, so tú sjálv kanst taka ábyrgdina. Einum manni kann ein ongantíð rokna við skal forsyrgja tær og einum barni.

Nakað annað er,  um tú ert ónøgd við at hava ein p-stav, men tað er ov skjótt at siga hvussu tað riggar hjá tær, lat eitt hálvt ár fara, og skriva upp nær bløðingar eru. Um ongin bløðing kemur skal tú sjálvandi gera eina  graviditets roynd.
Annars meini eg tú skalt fara til tin lækna til GU altso undirlivskanning nú tú hevur kontakt bløðing, tað kallast bløðing aftaná samlegu.
Helst snýr tað seg um ein lættan bruna  so læknin vil helst gera kanningar fyri hettar og kanska eina kyknuroynd (sokallað kreft roynd).

Endiliga skal tú ikki rokna við at sáði hjá sjeikinum er ov veikt, tað kann ein als ikki lita á. Tú mást brúka fyribyrging um tú sum eg heldur,  at tú ert ov ung at gerast mamma.

Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin