Eg sleppi ikki av við skuldina
Góða genta, Takk fyri títt bræv. Tað ljóðar, at tú stríðist. Gott at tú setur orð á hvussu tað er at vera tú, soleiðis ber til at fáa lætt um og fáa tað betur. Tú ynskir uppmerksomheit og at kenna teg pena viðhvørt. Tað er heilt menniskjaligt og tað hava vit øll menniskju tørv á. […]
Sex lóg
Hey og takk fyri spurningin. Lóggávan hjá okkum sigur, at tá ið ein gert 15 ár, so er loyvið at hava kynsligt samband við ein sum er 15 ár ella eldri. Tvs. at um man er 16 og 18 ár er tað lógligt. Tó so, so skal hetta altíð verða við samtykki frá báðum. Tað […]
Sjeik
Hey Hey Takk fyri títt bræv. Tú kanst fáa tær ein sjeik tá tú følir at tú hevur hug til tað. Tá ið tú kennir teg tryggan til tað. Tá man er 15 ár hevur man eisini loyvið at fara í song saman, men hetta krevur samtykki frá báðum pørtum. Tað vil siga, at bæði […]
Sjeik?
Góða Genta Takk fyri títt bræv. Nær er tað í ordan at fáa ein sjeik. Fyrst vil eg siga, at tað hevði verið gott um tú tosaði við foreldur tíni um júst hetta. Eitt annað er, at tað er so ymiskt hvat ung meina, tá ið tey tosa um at hava sjeik ella damu. Hjá […]
Við Barn
Góða Genta Ein neyðfyribyrging, vanligt kalla fortrydelsepillari, ella angribolli forðar fyri at ein kvinna gert við barn eftir samlegu. Ein angribolli hevur einki at gera við abort, ella medisinska abort. Hóast ein velur hesa loysn, so er umráðandi at vita, at tað ikki er 100% víst, at hetta forðar fyri, at ein gert við barn. […]
øøh?
Góða ‘øøh’! Hatta var ein trupul spurningur, sum eg tíverri ikki kann svara tær nøktandi uppá. Tað kunnu verða fleiri orsøkir til, at tú ‘lekur’. Kanska er tað tí tú drekkur ov nógv áðrenn tú fer í song ella ikki fer á wc nóg ofta meðan tú er í skúla. Kanska er tað als ikki […]
Við barn
Góda 15 ára gamla genta! Tú heldur, at tú ert vid barn, men skrivar onki um hvussu tín menstruation er. Nógvar ungar gentur hava óregluligar menstruationir, t.v.s. at tad vidhvørt er longur ella stytri enn 4 vikur ímillum 1.dag og næstu ferd blødingin byrjar. Soleidis kanst tú ikki við vissu siga, at tú ert vid […]
Mánasjúkuna skjótt 3 vikur
Góða ivasama vinkona ! So gott at tit boðar vinkonur tosa saman og hjálpa hvørja aðrari. Míni ráð eru, ger eina grav. roynd sum skjótast, far undir øllum umstøður til læknan til kanningar at útihýsa kynssjúku og graviditet og tosa um sikra fyribyrging. Vandin fyri krabba er nærum ongin i tykkara aldri. Endaliga kann menstruationin […]
Seksuelt samband
Góða Genta Nú greiður tú ikki so neyvt frá hvat tað er sum ger, at tú følir at okkurt er galið við tær. Gentur kunnu gott fáa ilt í móðurskeiðina (vagina) um man er farin ov skjótt til verka. Pína kann eisini koma av um tú hevur spent vøddarnir í bækkenbotninum. Hetta kanst tú hava […]
Bi’in
Góða ‘bi’in’ Ikki er tað lætt, tá man følir at hugburðir og virðir hjá einum ikki verða møttir. Tí er tað væl skiljandi, at tú verður kedd tá vinkonurnar hjá tær ikki taka teg seriøst. Bara tað at skulla tosa um seksualitetin hjá hvørjum einstakum, er nakað heilt persónligt og ikki líka lætt hjá øllum. […]