Vil til lækna

Góða genta Takk fyri spurningin. Tað stutta svarið er: Tað er møguligt, alt eftir hvørja støðu tú er í. Sum útgangsstøði stendur í lógini at forledramynduleikin skal fráboðast. MEN, tað eru ymsar vegleiðingar til hasa lóggávuna, sum eisini eru galdandi í Føroyum. Sambært landslæknanum kunnu tað vera støður, har ein undir 18 ár kann missa møguleikan […]

Eg vil vera tann eg eigi at vera

Góða tú Takk fyri brævið. Tað ljóðar, at tað er hart at vera tú. Um tú ert vís í, at tú identifiserar teg sum eitt annað kyn enn tað, tú ert fødd sum og at tú ikki vilt liva við hesi lygn longur, verður tú noydd at tosa við foreldrini hjá tær. Tey fara kanska at […]

Orgasma

Góði tú Takk fyri brævið. Tá ið tú er vanur við at sáð altíð er komi út og tað nú brádliga ikki ger tað, so skilja vit væl at tú hugsar nógv um hetta. Tað er faktiskt vanligt hjá summum monnum og dreingjum at uppliva tað sama sum tú. Hetta kunnu tað vera fleiri orsøkir […]

Eg vil hava sex

Hey og takk fyri títt bræv. Tað er sera vanligt at ein hevur hug til at hava sex, tá ið ein er tannáringur. Tað er sera ymiskt millum okkum øll, bæði gentur og dreingir nær vit føla okkum heilt til reiðar. Tað er sera umráðandi, at báðir partar ynskja tað sama og harvið siga ja […]

Eg hati mín kropp

(Seint svar. Við umbering) Góða genta Nú vita vit av góðum grundum ikki, um tú hevur meira á kroppinum enn ráðiligt er, men samstundis vita vit eisini ay vit gjøgnum tannárini broytast sera nógv bæði kropsliga og sálarliga. Tað er eisini sera ymiskt hvussu vit síggja okkara egna kropp, og hvat vit meta at marki […]

ungdómur

Góða tú Stóra tøkk fyri títt bræv. Tað er gott at tú biður um hjálp, tí royking er skaðilig fyri heilsuna. Fyrst av øllum vóna vit at tú kanst tosa við tíni foreldur um hetta, so tey kunnu hjálpa tær við hesum. Tað kann hugsast, at um tey ikki vita av hesum, so kunnu tey […]

Eg vil hava sálarfrøðing

Góði Tú! Fyrst av øllum vilja vit takka fyri tín spurning. Tá ið foreldur skiljast, so eru nógv ymisk atlit, ið skulu takast. Á hesi síðuni kanst tú lesa um ymiskt viðvíkjandi hjúnaskilnaði. https://barnabati.kinsta.cloud/egoglivid/hjunaskilnadur/ Um tú ynskir serkøna hjálp, so kann man seta seg í samband við Familjufyrisitingina. https://famf.fo/born Vinaliga Tú & Eg Ráðgevingin

Sjón og foreldur

Hey Tú Tá talan er um sjón, so er umráðandi at tosa við sín eygnalækna. Tað kann koma fyri, at tað gongur um tíð áðrenn ein fær tíð hjá eygnalæknanum, so ein skjótur møguleiki er at vitja optikarin, har tínar linsur eru keyptar. Optikarar hava sera góðan førleika, og kunna vegleiða tær nógv betri enn […]

Við Barn

Góða Genta Ein neyðfyribyrging, vanligt kalla fortrydelsepillari, ella angribolli forðar fyri at ein kvinna gert við barn eftir samlegu. Ein angribolli hevur einki at gera við abort, ella medisinska abort. Hóast ein velur hesa loysn, so er umráðandi at vita, at tað ikki er 100% víst, at hetta forðar fyri, at ein gert við barn. […]

Eg hati meg sjálva

Hey Sum eg skilji títt bræv, so er tað ymiskt við tínari útsjónd, sum tú ert kedd um. Tú nevnir tín kropp, tína húð og at tú hevur strekkmerkir. Tað ljóðar øgiliga keðiligt tá tú fortelur at tú hatar teg sjálva, og at tú ikki torir at vísa teg orsaka av hvussu tú hevur tað […]