Eg vil hava sálarfrøðing

Spurningur: Eg vil hava ein sálarfrøðing, men eg veit ikki hvussu eg skal spyrja mammu um tað. Babba er sterkt ímóti sálarfrøðingum, men tey eru akkurát farin hvør til sítt og eg vil hava onkran at tosa um tað við. Hvussu geri eg?

Góði Tú!

Fyrst av øllum vilja vit takka fyri tín spurning.

Tá ið foreldur skiljast, so eru nógv ymisk atlit, ið skulu takast.

Á hesi síðuni kanst tú lesa um ymiskt viðvíkjandi hjúnaskilnaði. https://barnabati.kinsta.cloud/egoglivid/hjunaskilnadur/

Um tú ynskir serkøna hjálp, so kann man seta seg í samband við Familjufyrisitingina. https://famf.fo/born

Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin