ungdómur

Spurningur: Eg vil leggja av at roykja, eg klári ikki at stegga. Hjálp.

Góða tú

Stóra tøkk fyri títt bræv. Tað er gott at tú biður um hjálp, tí royking er skaðilig fyri heilsuna.
Fyrst av øllum vóna vit at tú kanst tosa við tíni foreldur um hetta, so tey kunnu hjálpa tær við hesum. Tað kann hugsast, at um tey ikki vita av hesum, so kunnu tey í fyrstuni gerast ill, men tá tú kemur til teirra fyri at fáa hjálp, so hugsa vit, at tey vera glað fyri hetta, og vilja hjálpa tær. Um ein er heftur at sigarettum (nikotin) so hevur kroppurin alla tíð eina trongd eftir hesum. Fleiri læknar viðmæla ein ein ikki brúkar nakað í staðin fyri sigarettir (eitt nú nikotin tablettir og líknandi) men at man bert steðgar. Hetta kann verða torført í fyrstuni, men eftir fáum døgum broytist hetta.
Tað er altíð gott at skifta eina slíka trongd út við ein ítrótt. Eitt nú út at renna, ella svimja.
Um tú ikki kennir, at tú kanst tosa við tíni foreldur um hetta, so viðmæla vit, at tú setir teg í samband við tína skúlasjúkrasystur fyri at tosa um hesi viðurskifti.

Vinaliga

Tú & Eg Ráðgevingin