Við Barn

Spurningur: Hey! Nu er tad soleidis at ein vinkona hevdi sex vid einum uttan at nýta hít…. hon tok ein angribolla 35 timar aftana… hon eigur at fåa sina mestration um 5 dagar. Meeeen hon hugsar um hon eri gravid, nær kann hon taka ein test? Og er tad mæguligt at fåa abort i føroyum tå man ikki er klarur til at fåa barn? Kann man fåa medicinsk abort?

Góða Genta

Ein neyðfyribyrging, vanligt kalla fortrydelsepillari, ella angribolli forðar fyri at ein kvinna gert við barn eftir samlegu. Ein angribolli hevur einki at gera við abort, ella medisinska abort. Hóast ein velur hesa loysn, so er umráðandi at vita, at tað ikki er 100% víst, at hetta forðar fyri, at ein gert við barn. Tað er altíð umráðandi at taka eina graviditetstest, um ein er í iva.

Tá talan er um angribollar, so er ein í inniheldur tað sum eitur levonorgestrel. Hetta evni steðgar eyggjaloysing, og skal takast áðrenn 12 tímar og seinast 72 tímar eftir at samlegu uttan hít.

Angribollin, ið inniheldur ulipristalacetat, forðar ella útsetur eggjaloysing. Hesin skal takast seinast 120 tímar (5 døgn) eftir samlegu uttan hít.

Tá ið ein kvinna gert við barn, byggjast nøkur hormon upp í kroppinum, og tá ið ein kvinna vanliga eigur at hava menstruatión, eru longu so mikið av hesum hormonum í kroppinum, at ein kann taka eina graviditetstest, fyri at vita eftir, um ein er við barn.

Viðvíkjandi abort, so vilja vit mæla til, at tú setir teg í samband við tín kommunulækna, fyri at umrøða júst hetta. Eisini kanst tú seta teg í samband við Gigni. Gigni hevur eina fosturtøkuráðgeving.

Vinaliga

Tú & Eg Ráðgevingin