Eg havi tað ringt.
Eg eri ógvuliga glað fyri, at tú skrivar til okkara, og eg vóni at vit fáa givið tær onkur góð ráð. Tað er als ikki loyvt at sláa børn, heldur ikki síni egnu. Í veruleikanum kanst tú melda foreldur tíni til løgregluna. Eingin eigur at finna seg í at verða sligin. Vit eru øll nógv […]
‘eitt av mínum problemum her í lívinum..’
Góða tú! Takk fyri brævið! Rúsdrekkamisnýtsla ávirkar alla familjuna, og tú dugir sera væl at lýsa, hvussu tað kann vera at hava ein pápa, sum drekkur ov illa. Tað er neyvan lætt at verða tú! Tá eg lesi títt bræv er tað serliga eyðkennandi, at tú følir teg kroysta, skammast av pápa tínum og hevur […]
Míni foreldur eru skild..
Góða Genta Tað er sera flott av tær at leita eftir hjálp. So hetta brævið tú hevur sent okkum eitt sera flott og gott stig hjá tær. Tað er altíð gott at hava onkran at tosa við um sínar kenslur. Um tær bara verða stongdar inni í einum sjálvum, so kann tað lætt tyngja og […]
Hvat skal eg gera?
Góða genta 14 ár, tað er ikki ílagi , at pápi tín missir tamarhaldið, brýtur ting, rópar og geylar og slær beiggja tín. Harðskapur er ongantíð ílagi. Pápi tín hevur stórar trupulleikar, er strongdur, hvat so er orsøkin. Tað skrivar tú onki um. Haldi tú skal tosa við eineina í familjuni hjá pápa tínum, sum tit bæði hava álit á og, […]
Fyrispurningur
Góða mamma til 14 ára gamla son. Fyri at vit lættari skulu kunnu hjálpa tær, er best at tú sendir ein teldupost til Barnabata Vinaliga Tú & Eg Ráðgevingin
Foreldur
Góða genta. Nú veit eg ikki, hvat stóð á messenger hjá mammu tíni og hvussu sikkur tú ert í, at hon er ótrúgv ímóti pápa tínum, men eg haldi ikki, at tú skalt gera nakað. Foreldur tíni eru vaksin fólk, og skulu nokk finna útav einum hvørjum, ið er teirra millum. Hetta mást tú líta […]
Bangin fyri mammu
Góða tú, sum ert bangin fyri mammu tíni! Tað er gott, at tú hevur kunnað fingið hjálp frá okkum, tá tú hevur skrivað til okkara. Vit vilja fegin hjálpa tær, og vóni eg, at tú kanst brúka hetta svarið eisini. Tú ert ótrúliga røsk og skilagóð, tá tú fortelur um títt lív, og hvussu tú […]
…………..
Góða ……… Tú skrivar, at tú hugsar um, hvat tú skalt gera, tá einki hendir aftaná, at tú hevur tosað við foreldrini um tínar trupulleikar. Tað er óført at tú hevur roynt at taka tínar trupulleikar alvorligt og gera nakað við trupulleikarnar, og tá er tað ringt tá einki hendir víðari. Royn at tosa við […]
Einsemi
Góði tú Takk fyri títt bræv. Eg eri so glað fyri at tú skrivar til okkum og biður um hjálp, tað er eitt flott stig at taka. Tað fortelur mær at tú er sterkur og eg haldi at vit kunnu finna útav hesum saman. Um tú ringir til okkara á 116 111 so kunnu vit […]
Mamma er streng
Góða genta Tú skrivar at tú flutti heimanífrá, tí sjeikurin ikki slapp at vitja heima hjá tykkum. Sostatt ímyndi eg mær, at tú ert rættuliga glað fyri sjeikin hjá tær. Nú vita vit ikki hvat tað er sjeikurin hjá tær hevur gjørt, og sum eisini ger at mamma tín ikki er serliga glað fyri hann. […]