Míni foreldur eru skild..

Spurningur: Eg føli at ongin skilur meg.. (sjálvt ikki sálarfrøðingurin, sum eg havi gingið til) Eg havi virkuliga brúk fyri onkrum sum skilur meg, og mínar kenslur.:( hvat skal eg gera… Svar

Góða Genta
Tað er sera flott av tær at leita eftir hjálp. So hetta brævið tú hevur sent okkum eitt sera flott og gott stig hjá tær.
Tað er altíð gott at hava onkran at tosa við um sínar kenslur. Um tær bara verða stongdar inni í einum sjálvum, so kann tað lætt tyngja og gerast eitt sindur keðiligt.
Fyri at vit skulu høvið at skilja teg betri, sum vit fegin vilja, so mugu vit tosa meir saman um tínar kenslur.
Tá ið vit skriva her á brævkassanum er tað sera torført hjá okkum at seta spurningar til tann sum skriva til okkum, tí vil eg ráða tær til at ringja til okkum, so kunnu vit tosa saman um tína støðu og hjálpa tær betri á veg.
Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin