Eg havi tað ringt.

Spurningur: Hey eg eri 16 ára gomul genta eg havi virkuliga brúk fyri tykkum. Míni foreldur sláða og eg fái so ilt. Hjálp mær, góðu tit kunnu tit ikki hjálpa mær.

Eg eri ógvuliga glað fyri, at tú skrivar til okkara, og eg vóni at vit fáa givið tær onkur góð ráð.
Tað er als ikki loyvt at sláa børn, heldur ikki síni egnu. Í veruleikanum kanst tú melda foreldur tíni til løgregluna.
Eingin eigur at finna seg í at verða sligin. Vit eru øll nógv meira verd en tað. Og tí er tað umráðandi, at hetta verður steðgað. Men, tá tað er sagt veit eg, at tað kann vera ringt at siga frá, tá tú ert bangin. Tú sigur eisini, at bæði foreldrini sláa teg, og tá ert tú serliga einsamøll við tínum trupulleikum. Tað besta er at finna ein vaksnan at tosa orduliga við. Antin eina mostir, ein pápabeiggja ella bara onkran sum kennir foreldur tíni, og vónandi trýr tí tú sigur. Um tú ikki hevur ein vaksnan í familjuni at tosa við, so far til flokslæraran ella heilsusystrina ella kanska mammuna hjá eini vinkonu.Tey hava skyldu at hjálpa tær. Tú kanst eisini ringja til Tú & Eg Ráðgevingina. Har kanst tú tosa við ein vaksnan, og um tú vilt kann tann vaksni hjálpa tær at fara víðari við málinum.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin