Vil til lækna

Góða genta Takk fyri spurningin. Tað stutta svarið er: Tað er møguligt, alt eftir hvørja støðu tú er í. Sum útgangsstøði stendur í lógini at forledramynduleikin skal fráboðast. MEN, tað eru ymsar vegleiðingar til hasa lóggávuna, sum eisini eru galdandi í Føroyum. Sambært landslæknanum kunnu tað vera støður, har ein undir 18 ár kann missa møguleikan […]

fucked up foreldur

Góða Genta Takk fyri títt bræv. Harðskapur er ikki loyvdur, uttan mun um talan er um kropsligan harðskap ella sálarligan harðskap. Tað er líka mikið um tú hevur sagt okkurt ljótt ella ikki akta boðunum ella ynskjunum hjá tínum foreldrum, so er tað ikki loyvt at brúka harðskap. Tað er gott at tú sigur frá […]

Eg vil vera tann eg eigi at vera

Góða tú Takk fyri brævið. Tað ljóðar, at tað er hart at vera tú. Um tú ert vís í, at tú identifiserar teg sum eitt annað kyn enn tað, tú ert fødd sum og at tú ikki vilt liva við hesi lygn longur, verður tú noydd at tosa við foreldrini hjá tær. Tey fara kanska at […]

Tori ikki at vera hjá mammu

Góða tú. Tað kann vera nógv ymiskt, sum ger, at vit blíva ill og gera fortreð. Og tá vit eru bangin og kedd, verða vit ofta eisini ill. Og tað er heilt ok og púra normalt. Tað er ikki nakað tú skalt broyta. Eg haldi, at tú skalt spyrja pápa tín, um hann kann keypa bókina “Lítla bókin um stórar […]

Sjeik

(Seint svar. Við umbering) Góða Genta Takk fyri títt bræv. Tú ert ikki ov ung til at hava sjeik. Ein kann gott hava sjeik ella damu í ungum aldri, men eg ímyndi mær at tú hugsar um aldurin tá man hevur loyvið at verða kynsligt saman. Ein skal verða 15 ár fyri at verða kynsligt […]

Tær skeivu avgerðirnar

Góði drongur, Takk fyri títt bræv! Tað ljóðar sum tú og mamma tín vóru úti fyri eini óhepnari støðu, tí hvørgin av tykkum ynskti, at støðan skuldi gerast so ógvuslig sum hon bleiv: tú helt bara tað var stuttligt at arga við at hvøkka mammu tína og hon gjørdist sera kløkk, tí hon gekk í […]

Foreldur

(Seint svar. Við umbering) Góða Genta Takk fyri títt bræv. Sum vit skilja teg, so ynskir tú at gerast góð við pápa tín aftur. Nú vita vit ikki hví hann flutti til Havnar, men nokk var tað ein ávís grund til hetta. Av og á mugu tey vaksnu gera ymiskt, tí tað er neyðugt, og […]

Havi eg rætt?

Góði tú! Tað ein er barn (tað vil siga, ikki fyltur 18 ár) so eru tað foreldrini, ið hava ábyrgdina av tær. Heilsumyndugleikar í mongum londum viðmæla at børn og ung ikki drekka tað vit kalla orku-drykkir. Hetta sum tú nevnir er eisini ein orku-drykkur. Vit hava eisini fleiri handlar í Føroyum, sum ikki loyva […]

Eg vil hava sálarfrøðing

Góði Tú! Fyrst av øllum vilja vit takka fyri tín spurning. Tá ið foreldur skiljast, so eru nógv ymisk atlit, ið skulu takast. Á hesi síðuni kanst tú lesa um ymiskt viðvíkjandi hjúnaskilnaði. https://barnabati.kinsta.cloud/egoglivid/hjunaskilnadur/ Um tú ynskir serkøna hjálp, so kann man seta seg í samband við Familjufyrisitingina. https://famf.fo/born Vinaliga Tú & Eg Ráðgevingin

Avbróting

Góðu tú Tað kann verða strævið at alla tíð blíva avbrotin, tá ið ein tosar. Tað fyrsta sum vit komu at hugsa um í hesum sambandi er, at tú kanst vísa mammu tíni barnarættindasáttmálan. Har stendur (Grein 12, 13, 14, 15) https://barnabati.kinsta.cloud/barnaraettindi/ At tí altíð hevur rætt at siga tína hugsan. Kanska tú kanst bjóða […]