Foreldur
Góða Genta, Takk fyri títt erliga bræv. Tað er ómetaliga torført at føla seg fangaða, tí foreldrini eru skyld – umframt at skula fyrihalda seg til eina nýggja familjusamanseting. Sum tú skrivar, so fyllur tað ómetaliga nógv, at mamma tín hevur fingið nýggjan sjeik. Nú hevur tú minst trý vaksin, tú skalt fyrihalda teg til. […]
Eg klári ikki pápa mín longur
Góða Tú Takk fyri brævið, tað er umráðandi, at vit fáa hjálpt tær. Tú skrivar, at pápi tín fór frá tær og er nú komin aftur. Soleiðis sum tú lýsir kenslurnar hjá tær, bendir alt á, at tú hevur mist álitið á pápa tín. Eg skilji væl, at tú heldur, at tað er torført at […]
Eg eri bangin
Góða tú Stóra takk fyri títt bræv. Flest øll uppliva vit, at foreldur okkara av og á blíva eitt sindur ó. Tey eru eisini heilt vanlig menniskju, so hava nógv um oyrini, samstundis sum tey ynskja børnunum tað allar besta. Tað er eingin loyva, at tað kann verða møðsamt at gera skúlating. og at man […]
Bangin
Takk fyri brævið. Tað ljóðar ikki gott, at mamma tín er ill og í ringum lag. Hon skal ikki niðra teg á slíkan hátt. Hetta er ikki tín skyld, tí tað er uppgávan hjá foreldrunum at tryggja, at børnini hava tað gott! Tað er gott, at tú hevur yvirskot til at skriva til okkara. Vit […]
Alt er so vónleyst
Góða tú. Takk fyri brævið. Vit vilja fyrst siga við teg, at tú hevur rætt til tínar egnu meiningar, um hvussu tú vilt liva títt lív. Tínir tankar og kenslur eru tínar egnu, og tað kann eingin annar ráða yvir. Tað eru tíanverri fleiri í Føroyum, sum hava tað líka sum tú. Vit vilja fegin […]
Foreldur hótta
Góða tú, sum ynskir at barnaverndin hjálpir tykkum meira. Vit vilja fegin heita á teg um at ringja til okkum á 116 111, so vit betur kunnu hjálpa tær. Visti tú av, at vit í Føroyum hava nakað sum eitur Barnsins umboðsmaður. Børn og vaksin kunnu klaga til umboðsmannin, um tey halda, at ein almennur […]
Orki ikki liva meiri:/
Góða genta 13 ár Gott tú sigur frá! Tað er umráðandi, at tú fær dygga og góða hjálp alt fyri eitt. Tú hevur verið fyri sera álvarsligum sálarligum ágangi. Hóttanum, at skera vekk hondina og verða dripin. Hetta er sera álvarsligt. Tað er gott at tú er komin í samband við barnaverndina. Vit halda at […]
Míni foreldur skelda
Góða tú Takk fyri títt bræv og hjartaliga til lukku við fólkaskúlapróvnum 🙂 Vit halda at tað er keðiligt at tú skal vera kedd og vilja fegin hjálpa tær. Vit vóna at tú hevur vinfólk sum tú hugnar tær saman við og fagnar at tú júst er blivin liðug við fólkaskúlan. Tú skrivar til okkum […]
Eg vil hava eina broyting.
Góða 14-ára gamla genta, Fyrst vil eg leggja dent á hvussu djørv tú ert, tá tú skrivar til brævkassan á hendan hátt, og biður um hjálp. Tað ljóðar sum, at tú hevur upplivað nøkur ting, sum eru sera trupul hjá einum tannáringi at bera. Tú nevnir, at foreldrini hjá tær eru ikki alkoholikarar, og tað […]
kann mann fara til sálarfrøðing?
Góða genta Takk fyri brævið. Tað fyrsta er at siga frá, sum tú ger við at skriva til okkum. Tað er sera flott at tú er komin hartil at tú vil biða um hjálp. Nú er spurningurin so hvussu vit kunnu hjálpa tær víðari. Tú skrivar at foreldur tíni ikki duga at vera foreldur, og […]