Eg sleppi ikki av við skuldina

Spurningur: Tá ið eg var 2 ár byrjaði eg at kroysta beini saman, tað føldist gott og eg bleiv við at gera tað, eldri eg bleiv. Mamma helt at mær feilti okkurt og fór til læknan at kannað. Læknin segði at eg feilti einki men tað kundu vera at eg bara kroysti beinini saman, tí at tað føldist gott. Tað visti eg væl var sakin men eg vildi ikki trúgva tí. Eg minnist ikki nær eg byrjaði at hyggja eftir porno men eg var sirka 9 ára gomul, eg helt at tað var spennandi og at tað føldist gott at hyggja eftir. Eg hugdi óðendaligt eftir tí, hvønn dag tá ið eg kom heim úr skúla. Mamma visti ikki av tí, eingin visti av tí. Eg føldi meg ræðuliga ringan aftaná eg gjørdi tað, hvønn einasta dag. Eg kundi ikki steðga við at hyggja og skuldin gjørdi so at eg føldi meg lítlan og eg kundi ikki spyrja um hjálp frá einum vaksnan tí at eg vildi ikki blíva skolda av mammu. Tá ið eg var 11 ára gomul byrjaði eg at fáa sjálvmorðstankar, eg vildi doyggja. Eg var tjúkk og hevði ræðuliga lágt sjálvsvirði. Eg byrjaði at tapa meg men eg føldi meg enn feitan og alla uppmerksumheitina sum eg fekk frá fólki var bara ikki gott nokk. Tá ið eg bleiv eitt sindur eldri aftur fekk eg mær eina sosialu miðlu app har man kann møta fólki av netinum, eg byrjaði at tosa við nógvum dreingum og bryjaði at senda naknað myndir og sovorit. Eg visti ikki hví eg gjørdi tað men eg føldi ógvusligan skuldu, eg føldi mær hjálparsleysan og eg kundi ikki siga tað við nakran tí so fóru fólk at kallað mær eina horu. Nú veit eg hví eg gjørdi tað, eg fekk uppmerksumheit frá dreingumum og eg føldi meg penan, men bert í eina løtu, so kom skuldan aftur. Eg helt at dreinginir sum eg tosaði við vóru mínar vinur men tað vóru tey als ikki. Nú eri eg steðga men kensluna av at føla seg penan í eina løtu vil eg hava aftur við hvørt, men eg geri ikki sum eg gjørdi fyrr. Men eg berið enn teir ringu kenslunar, eg eri ov bangin at siga nakað við mammu og eg vil ikki biða mammu um eg kann sleppa til sálarfrøðing. Hvat skal eg gera? (Orskaka fyri tí langu spurningina)

Góða genta,

Takk fyri títt bræv.

Tað ljóðar, at tú stríðist. Gott at tú setur orð á hvussu tað er at vera tú, soleiðis ber til at fáa lætt um og fáa tað betur.

Tú ynskir uppmerksomheit og at kenna teg pena viðhvørt. Tað er heilt menniskjaligt og tað hava vit øll menniskju tørv á. Ikki bara eina løtu, men helst næstan alla tíðina. Eisini er tað sera týðandi fyri sjálvkensluna og sjálvvirði, at fáa uppmerksomheit og at vit kenna okkum væl.

Tú skrivar at tú fekk góðkenslu av at klemma beinini saman. Sum læknin segði á sinni: tú gjørdi hetta tí tað føldist væl. Samstundis sum tú, ikki tordi ella kundi loyva tær at føla hetta sum góðkensla. Eisini upplivdi og kendi tú okkurt gott av, at hyggja at porno, samstundis sum tú ikki tordi at siga tað og kendi skuld.

Tað ljóðar, at tað sum tú hevur uppliva sum gott og deiligt, hevur tú knýtt til, forboðið og skeivt, sum hevur elvt til skuld og skomm kenslur. Umframt ótta, fyri at vera avdúkað. Hetta er við til at byggja niður sjálvkensluna og hugin til lívið.

Mestur ert tú enn, óttafull fyri at skula verða avdúka, av teimum sum tú hevur deilt myndir til. Sum ger at tú ert áhaldandi á varðhaldi. Tá er kroppurin í stress støðu og tað kann vera vandafult fyri tína sálarligu,- kropsligu-, sosialu- og virðis heilsu.

Tú skrivar at tú hevði sjálvmorðstankar, tá tú vart 11 ár. Hvørjar tankar hevur tú í dag, um deyðan og lívið?

Er nakar vaksin tú kennir teg trygga við, at deila við hvussu tú hevur tað?

Onkuntíð er gott at tosa við onnur, enn foreldur. Heilsusystrar eru í skúlum og kanska er gott at tú setur teg í samband við heilsusystrina í skúlanum hjá tær. Eisini kann tú skriva aftur og/ella ringja inn til okkara á 116 111, so kunnu vit fáa eitt prát. Tað er anonymt at ringja. Tað vil siga at vit síggja ikki títt telefonnummar.

Tað er týdningarmikið at tú setur orð á við onkran vaksnan, soleiðis at tú kann fáa tað betur. Tú skal ikki at vera einsamøll við hesum.

Vinarliga

Tú & Eg Ráðgevingin