Vinkona mín

Spurningur: Hey eg havi eina vinkunu sum skerur seg sjálvan ofta (tað sigur hon sjálv) men hon er øgilia “opin” um tað, tá ið vit eru úti og spæla saman so vísir hon arm hennara sum um at tað er vanligt og tað er nokso óbehagiligt fyrið meg. Eg veit ikki hvat eg skal siga í hesun støðunum, ella vissi eg skal siga tað við nakran.
Góða tú,
Takk fyri brævið.
Hatta ljóðar sum ein trupul støða, sum tú ert í. Eg skilji væl at tú heldur at tað er óbehagiligt, tá hon tosar við teg um at skera seg, og at tú ikki veitst hvat tú skalt siga ella gera.
Brævið hjá tær vísir at tú hevur umsorgan og ert stúrin um vinkonuna hjá tær, men eg haldi at tað er týdningarmikið, at tú minnist, at tað ikki er tín ábyrgd at hjálpa vinkonuni hjá tær. Tað eigur onkur vaksin at gera. Tí haldi eg, at tú eigur at tosa við onkran vaksnan um tína stúran. Tað kundi verið eitt foreldur, ein lærari, ella onkur annar, sum tú hevur álit á. Tey vaksnu kunnu hjálpa tær og tínari vinkonu.
Tú ert vælkomin at skriva aftur ella at ringja til Tú og Eg Ráðgevingina á 116111, sum er opin allar gerandisdagar frá kl 18 til 22.
Alt tað besta,
Sára