Góða tú,
Takk fyri brævið og fyri títt dirvi at skriva um harðskap og sjálvmorðstankar.
Tað ljóðar sum tú hevur tað trupult heima, og tú hevur púra rætt í, at foreldur tíni ikki eiga at sláa teg. Tað sum tú lýsir ljóðar sum harðskapur, og tíni foreldur hava ikki loyvi at fremja harðskap ímóti tær. Tað má vera sera tungt hjá tær at vera í, serliga tá bæði mamma tín og pápi tín ikki vilja lurta, og koma við undanførslum, tá tú roynir at tosa um tað.
Tú skrivar at tú ert í sorg og hevur sjálvmorðstankar. Tað er ikki løgið at lívið kennist tungt tá man upplivir harðskap, men tú eigur ikki at standa einsamøll við tínum upplivingum, kenslum og sjálvmorðstankum. Tí haldi eg at tú átti at tosa við onkran um tína støðu. Eg haldi at tað er vigtugt at tú tosar við onkran um harðskapin, sum tú upplivir heima, og eisini um tínar sjálvmorðstankar. Um foreldrini hjá tær ikki lurta, hevur tú so onkran annan vaksnan, sum tú hevur álit á og kanst tosa við? Kanska onkran í familjuni, ein lærara, heilsufrøðingin á skúlanum, ella mammuna hjá einari vinkonu?
Tú skrivar at tú ikki ynskir at nakar skal fáa hetta at vita, men ofta hjálpir tað at tosa við onkran um, hvat man upplivir og hvussu man hevur tað. Tú hevur longu víst dirvi við at skriva her, og kanska tú kundi víst onkrum hetta sum tú hevur skrivað. Tú ert vælkomin at skriva aftur ella at ringja til Tú og Eg Ráðgevingina á 116111, sum er opin allar gerandisdagar frá kl. 18 til 22. Har er ikki neyðugt hjá tær at siga hvør tú ert.
Alt tað besta
Sára