Eri eg psykisk sjúkur?

Spurningur: Hey. Hvørja ferð eg føli meg keddan, tá gráti eg ikki, tá flenni eg, og tári… Eg veit ikki um eg havi staðfest onkra sálar sjúku, og tað er nokkso ringt at prógva tá eg ikki eri deprimeraður.

Góði tú.

Takk fyri brævið. Og takk fyri, at tú deilir tínar tankar og tína støðu.

 Tú spyrt um tú kanska er psykiskt sjúkur. Tú lýsir, at tú ert keddur og tá tú verður keddur, fert tú at flenna heldur enn at gráta. Tað er ikki so løgið, sum tað kanska følist. Menniskju reagera ógvuliga ymist uppá truplar kenslur. Summi gráta, onnur gerast still og aftur onnur kunnu fara at flenna – eisini hóast tey eru kedd ella trist. Flenn kann onkutíð vera eitt slag av verju ella ein máti kroppurin roynir at handfara okkurt, sum er trupult. Tað merkir ikki automatiskt, at tú er psykiskt sjúkur, men at tú undrar teg og gjarna vilt skilja teg sjálvan betri.

At tú hugsar um tað og følir, at okkurt er, sum kanska ikki følist sum tað plagar, hevur týdning. Tað kann vera eitt tekin uppá, at tað hevði verið gott hjá tær at fingið tosað eitt sindur um hvussu tú hevur tað. Kanska tú longu tosar við onkran um hvussu tú hevur tað. Um ikki, so kundi tú hugsað um onkran persón í tínum lívi, sum tú hevur álit á, at tosa við. Kanska foreldrini, onkur í familjuni, vinir ella onkur annar.

Og tú ert vælkomin at skriva aftur ella at ringja til Tú og Eg Ráðgevingina á 116111, sum er opin allar gerandisdagar frá kl 18 til 22.