Vinir

Spurningur: Eg eri ein Genta sum hevur veri vinir við eina gentu í ræðuliga leingi men nú í sístini tímur hon ikki serliga at tosa við meg, í skúlanum tosar hon næstan aldrin við mær og onkuntíð tá eg tosi so tosar hon bara yvur mær, og so sigi eg tað við hana seinni men hom sigur at eg skal tosa harari, men so tá eg tosi vanligt sigur hon at eg skal ikki tosa so hart, men so heima tosar hon nógv og er vanligari ig eg og hon hava altíð veri vinir við eina ærari gentu so vit vóru eitt trio og tað var altíð okkum trýggjar ímoti øll men nú er tað bara tær báar men eg eri nokkso kedd tí at eg havi 3-4 vinir sum eg kwnni mest men wg døli at ein genta dámar hina best og hin dámar onkra æra best men ongin dámar meg best, eg føli sum allar hinar eru so penar góðan personality og klænar og eg eri ikki so kløn faktist yvurvekt og eg dugi ikki væl at gera nýggjar vinir so tað er sum eg ikki passi til tær. Er tað nakar vegur eg kann blíva betri?

Góða tú.

Takk fyri brævið.

Tað ljóðar sum tað er strævið hjá tær við tínari góðu vinkonu og øðrum vinkonum fyri tíðina – tað má vera hart. Vit hava øll brúk fyri vinum og kunnu blíva kedd, tá tað ongur illa við okkara vinum. Man kann skjótt fara at hugsa, at man skal broyta seg fyri at passa inn, men tað er ikki altíð loysnin.

Tað kann vera gott fyri okkum at tosa við onkran um hvussu vit hava tað og sum kann hjálpa okkum at vita hvat vit skulu gera.  So eg vil ráða tær til at tosa við onkran vaksnan, sum tú hevur fott álit á, kanska mammu ella pápa tín ella onkran annan vaksnan í familjuni, sum tú hevur gott samband við – so kunnu tit í felag finna útav hvussu tú fært broytt hesa støðuna.

Alt tað besta.

Heilsan Svanna