Góða tú.
Takk fyri brævið. Tað er stuttligt at hava ein fittan sjeik, sum tú ert so góð við. Tá er eisini natúrligt fáa hug til hvønn annan sexuelt. Men tú skrivar eisini, at tú heldur, at tit bæði enn eru ov ung. Kanska skalt tú lurta væl eftir tí røddini hjá tær sjálvari, sum fortelur tær tað. Kanska eru fleiri mátar, tá tit eru so ung sum tit eru at vísa hvørjum øðrum, at tit eru góð við hvønn annan enn at hava sex.
Men tað er altíð gott fyri okkum at tosa við onkran, tá vit ivast í stórum avgerðum. So kanska tað hevði verið ein hjálp at tosa við ein vaksnan, sum tú hevur álit á, td. mammu ella pápa tín ella heilsufrøðingin í skúlanum hjá tær – so kunnu tit í felag finna útav hvat tú skalt gera í hesari støðuni.
Alt tað besta.
Heilsan Svanna