Sjálvsmorð tankar sjalvskaða rúsevni skúla foreldur einsemi

Spurningur: Hey hetta er fyrstu ferð eg geri okkurt sum hettar eg eri eitt líti sindur nervøsur tí at eg veit at vaksin fólk fara at lesa hetta brævi og eg abselut HATI at tosa við vaksin um naka við sálarliga heilsu at gera (Mamma og Babba hava skylduna í tí). Men ja anyways eg skrivi til tykkum tí nú er tað blívi øgiliga ringt hjá mær. Síðani skúla árið bryjaði havi eg bara gjørt býtt lort sum eg veit ikki er í ordan men eg føli meg so hopleysan at eg hugsi ordeliga nógv um sjálvmorð og eg eri byrjaður aftur at gera sjálvskaða næstan hvønndag eg havi eisni byrja skulka fleiri tímar í skúlanum tí eg fái ikki gjørt tey eg klári ikki at gera tey tað er so keðiligt og eg finni ikki orkina ella magtina at sita niðri og gera tey,eg eri eisini byrjaður at snusa (ikki so nógv bara inn og millum) og eg roykji eisini oftari nú eg veit at tað ikki er gott fyri meg og sovurit men tað hjálpir eitt líti sindur og eg havi ikki nakrir betir at gera sum hjálpir við alt tað ringa í mínum lívi. Eg havi ikki fingi nakað slað av sálarligum hjálpi fyri hesum uttan tá í mamma tók meg til ein sálafrøðing tá í eg var 11 ár hann hjálpti ikki nakað tí eg tordi ikki at siga hvat var gali (eg fór bara 3 ferðir) einasta grundin hví eg eingongd fór til sálarfrøingin var ikki tí at Mamma legi í men tí at eg fortaldi sálarfrøingin í skúlanum tað var tí mamma gjørdi tað og veit at tað er grundin tí mamma og babba funni utav at eg gjørdi sjálvskaða einaferð tá eg var 9 einki bleiv gjørt um tað tann sama dagin løtu tey sum um at einki var hent. Eg havi eisino spurt mammu um ein sálarfrøðing fleiri ferð men hon sigur bara at eg skal skriva til barnabata ella at tað er vininir sum ávirka meg og gera meg keddan, hon hevur kanska eitt líti sindur rætt við vininum tí mest av mínum vinum hava sama trupuleikar sum eg men mest av teimum hava ein sálarfrøing og foreldur sum tíma at hjálpa men tað við barnabata tími eg ikki tí eg vil helst hava ein sálafrøðing sum kann geva mær hjálpina eg havi brúk fyri.Eg haldi eisini at tað er mega órættvíst at mínar vinir fáa og hava hjálp meðan eg eri bara her og royni ikki at enda alt. Eg veit ikki hvat eg skal gera nú.

Góði tú.

Takk fyri brævið. Eg kann ímynda mær, at tað hevur kravt dirvi av tær at skriva tað. Serliga, tá tað er fyrstu ferð, tú ger nakað líknandi sum at venda tær til Barnabata.

Tað ljóðar sum lívið hjá tær er trupult fyri tíðina – tað er hart at føla seg hopileysan, at trívast illa í skúlanum og gera skaða á seg sjálvan. Og ongin skal ganga einsamallur við sjálvmorðstankum. Tí hevur tað týdning, at tú fært tosa við onkran vaksnan, sum tú ert trygg við og sum saman við tær kann finna útav, hvat tú hevur brúk fyri.

Tað ljóðar sum tað kann vera trupult hjá tær at tosa við síni foreldur um hetta. Tað kann ikki vera lætt. Eg eri vís í, at tíni foreldur vilja gera alt tey kunnu fyri at hjálpa tær – hóast tey kanska ikki heilt vita hvussu.

So eg haldi, at um tað er ov trupult hjá tær at tosa við foreldrini hjá tær um hetta, so skalt tú tosa við onkran annan vaksnan í familjuni, sum tú hevur álit á og hevur eitt gott samband við – ella tosa við ein lærara ella heilsufrøðingin í skúlanum  – so kunnu tit í felag finna útav hvussu tú skal fær ta røttu hjálpina.

Alt tað besta.

Heilsan Svanna