Góða tú.
Takk fyri títt opna og hjartanemandi bræv.
Man merkir væl, tá man lesir títt bræv hvussu nógv tú hevur hugsað um hetta, og hvussu leingi tú hevur gingið við hesum longsli. Tað er lætt at skilja, at tað ger ilt at síggja onnur hava tøtt vinarløg og felagsskap, meðan tú sjálv kennir teg standa uttanfyri.
Tað, tú lýsir, er nakað, nógv fleiri enn vit ofta halda, uppliva. Men tí nógv ikki tosa um tað, kann tað kennast sum um øll onnur hava funnið sítt pláss, meðan tú ert tann einasta, sum stríðist. Soleiðis er veruleikin ofta ikki.
Tú skrivar, at tú einaferð hevði ein vinabólk, men at tit við tíðini fóru hvør sín veg. Tað kann vera sera sorgblítt, sjálvt um eingin ósemja ella stór hending lá aftanfyri. Summi sambond enda, ikki tí nakað gekk galið, men tí fólk mennast ymiskt, fáa nýggj áhugamál og fara í ymiskar leiðir. Tað merkir ikki, at nakar hevur miseydnaðst.
Tað, sum man veruliga merkir í tínum brævið, er, at tú framvegis roynir. Tú spyrt fólk, um tey vilja hittast. Tú arbeiðir fyri sambondunum. Tað sigur so mikið, at tú ikki hevur stongt teg inni, hóast tú hevur verið særd. Tað krevur nógv dirvi.
Samstundis er tað væl skilligt, at tú ert móð. Tað er tungt altíð at vera tann, sum tekur fyrsta stigið. Flestu menniskju hava tørv á eisini at merkja, at onnur velja tey. At onkur hugsar um tey fyrst. Tað er ein heilt natúrligur longsul.
Men eg haldi, at tað er umráðandi ikki at brúka tað sum prógv fyri tínum virði. Tí fólk bjóða ikki altíð øðrum við út frá, hvussu nógv tey dáma tey. Summi eru ótrygg sjálvi. Summi hugsa ikki so langt. Summi halda kanska, at tú hevur nógv annað at gera. Og summi eru bara upptikin av sínum egna lívi. Vit menniskju eru ikki altíð serliga dugnalig at vísa hvørjum øðrum, hvussu nógv vit virðismeta hvønn annan.
Tú skrivar eisini, at tú ongantíð hevur havt tann eina besta vinin, sum altíð velur teg fyrst. Tað kann gera ilt, serliga tí vit hoyra so nógv um ”bestu vinir”. Men vinarløg síggja ikki altíð soleiðis út. Hjá summum koma tey tíðliga í lívinum. Hjá øðrum nógv seinni. Og hjá summum eru tað fleiri ymisk sambond, sum tilsamans geva kensluna av at hoyra til.
Tú spyrt, um tú skalt gevast at vóna. Tað hevði verið syrgiligt, um tú gjørdi tað. Ikki tí, at nakar kann lova tær, at tú skjótt finnur júst tað vinarlagið, tú droymir um. Tað kann eingin lova. Men tí lívið broytist nógv meira, enn tað ofta kennist, tá vit standa mitt í bíðitíðini. Nýggj fólk koma inn í lívið gjøgnum útbúgving, arbeiði, sjálvboðið arbeiði, kirkju, ítrótt og óteljandi aðrar samanhangir. Nógv av teimum tættastu vinarløgunum, sum fólk hava sum vaksin, eru ikki tey somu, sum tey høvdu sum tannáringar.
Vónandi heldur tú fast í vónini uttan at gera hana treytaða av, at okkurt má henda beinanvegin. Tí títt virði sum menniskja veldst ikki um, hvussu nógv boð tú fært, ella um tú longu hevur funnið tín besta vin.
Við at lesa títt bræv síggi eg eina unga kvinnu, sum hevur nógv at geva, sum hevur mist ein felagsskap, hon hevði kæran, og sum framvegis leitar eftir einum stað at hoyra til. Tað er ikki tað sama sum at vera trupulleikin. Tú ert ikki trupulleikin.
So ja – eg haldi framvegis, at tað er vón fyri framman hjá einari sum tær. Tú tekur fleiri stig fyri at ávirka tína støðu og eitt av teimum er at skriva til okkum. Takk fyri tað. Hald fast. Ì tær sjálvari og í vónini.
Tú ert altíð vælkomin at skriva ella ringja aftur til okkum á 116 111.