Góði tú.
Takk fyri títt bræv. Tað ljóðar sum um, at tú hevur tað sera trupult í løtuni.
Tú skrivar, at tú hevur havt ótta síðani oktober, men at hann nú er versnaður nógv. Nú fært tú ótta, meðan tú arbeiðir og tá tú fert í handlar, og tú upplivir næstan dagliga óttaanføll. Samstundis skrivar tú, at tú ofta hevur tvangstankar, ert nógv strongdur og deprimeraður.
Tað er nógv at bera einsamallur.
Fyrst er tað týdningarmikið at siga, at tað tú lýsir, ikki ljóðar sum nakað, tú bara skalt “tola” ella royna at klára sjálvur. Nógv menniskju uppliva ótta okkurt tíðarskeið í sínum lívi. At uppliva ótta er nógv vanligari enn vit ofta halda. Tað er ein partur av at vera menniskja at uppliva ótta. Men tá ótti, tvangstankar og tunglyndi byrja at fylla so nógv í gerandisdegnum, at tað ávirkar arbeiði, innkeyp og lívið annars, er tað umráðandi at fáa hjálp. Tað verður eisini meira álvarsligt, tá tú eisini nevnir, at tú hevur sjálvmorðstankar.
Tá slíkir tankar koma, er tað sera týdningarmikið, at tú sigur einum vaksnum frá, hvussu tú hevur tað. Tað kann vera ein av foreldrum tínum, eitt systkin, ein annar familjulimur, ein lærari, ein lækni ella ein annar vaksin, sum tú hevur álit á. Tú skalt ikki bera hetta einsamallur. Tað eru fleiri, sum kunnu hjálpa tær og í øllum førum leiða teg fram á røttu hjálpina. Læknin kann hjálpa tær at fáa røttu hjálpina og saman við tær finna út av, hvat tú hevur tørv á.
Um tú kennir, at tú ert í vanda fyri at gera tær sjálvum nakað, ella um sjálvmorðstankarnir gerast sterkir, skalt tú siga onkrum frá beinanvegin.
Tað kann kennast ræðuligt, tá óttin tekur yvir, men nógv fólk uppliva tílíkt og fáa tað betri við røttari hjálp. Tað er eingin skomm í at biðja um hjálp. Tvørturímóti er tað eitt týdningarmikið stig.
Takk fyri, at tú skrivaði til okkara. Tað vísir, at ein partur av tær framvegis leitar eftir hjálp og vón, hóast tú hevur tað tungt júst nú. Verð ikki einsamallur við hesum.