Happing, sjálvmorð

Spurningur: Eindagin tá ið eg kom í skula so hevði eg krúlla mær og eg helt at tað sá faktist pent út men so skjótt sum eg kom inn í skúlan stóðu longu allar genturnar og flentu eftir hárinum hja mær. Ein genta segði at tað sá pent út men tað var sarcastist. Og nu vil eg ongantíð aftur síggja hasar genturnar aftur men tað verur ringt tí at eg gangi im flokki saman við teimum. Og nu liggji eg her í songini hóp leys og bangin at fara aftur. Fuck eg hevði vilja doyð beint nú.
Góða tú
Tað ljóðar sum um tú hevur havt eina keðiliga uppliving við gentunum, og tað er jú aldrin stuttligt – serliga tá tú sjálv helt, at hárið var pent.
Sum tú sjálv skrivar, so er tað ringt heilt at sleppa undan gentunum, tá tit ganga í flokki saman. Men hvussu plagar tú at hava tað saman við gentunum í flokkinum? Um tit plaga at hava tað gott saman, so haldi eg, at tú skalt royna at gloyma hasa hendingina. Um okkurt líknandi er hent fyrr, ella tú ikki hevur tað so gott við hinum gentunum, so haldi eg, at tú skalt royna at tosa við onkran um tað. Tað kann vera, at tú hevur eina ella tvær gentur í flokkinum, sum tú ert eitt sindur betri vinkona við enn hinar? Um so er, so kanst tú prøva at tosa við tær um, at tær fingu teg at føla teg illa við at flenna eftir tínum hári.
Eg hopi, at tú hevur tað lættari við at fara í skúla. Tú ert altíð vælkomin at skriva aftur til okkara.
Alt tað besta.