Veit ikki ordliga

Spurningur: Eg eri eitt sindur forvirra tí í seinastini hava eg hugsa nógv um shálvmorð og eg byrjaði aftur við at gera sjálvskæða men eg eri slett ikki bengin fyri meg shálva, altso eg veit ikki eg haldi bara tað eg ikki so seriøst um eg vil doyggja? Og heldur ikki so seriøst um eg gerði sjálvskæða. Eg føli meg eitt sindur sum eg flóti bara runt men eisini slett ikki sami tí. Veit ikki ordliga Eisni mann kann skriva so nógv bræv mann vil ha? Eg havið tað ikki so gott so eg vil gjarna vita

Góða tú,

Takk fyri at tú skrivar og setur orð á hetta. Tað ljóðar sum ein sera ørkymlandi tíð í tínum lívi, har tankar um sjálvmorð og sjálvskaða eru byrjað at fylla meira, samstundis sum tú ikki heilt kennir teg aftur í, hvussu álvarsamt tað er. At kenna seg “flóta runt” ella eitt sindur frákoplaðan kann henda, tá mann hevur gingið leingi við so tungum kenslum. Tað merkir ikki, at tú ert líkasæl um teg sjálva. Ofta er tað ein máti hjá sinninum at royna at verja seg, tá mann følir ov nógvar kenslur í senn.

Sjálvskaði og tankar um at doyggja eru tekin um, at okkurt er trupult, eisini hóast tú ikki kennir teg bangna. Tað er vanligt, at fólk verða ósikkur um, hvussu tey skulu skilja sínar egnu kenslur í slíkum støðum. Tí er tað týdningarmikið at taka tað í álvara og fáa onkran at tosa við, heldur enn at bera tað einsamøll. Eg vil ráða tær til at venda tær til ein vaksnan, tú hevur álit á, til dømis ein lærara, heilsufrøðing, onkran í familjuni ella foreldur hjá einum vinfólki, og siga, at tú stríðist við tungar tankar, hóast tú hevur ilt við at seta orð á.

Um tú hevur tørv á at tosa við onkran uttan at kenna viðkomandi frammanundan, kanst tú seta teg í samband við Tú og Eg Ráðgevingina á 116111 gerandisdagar kl. 18–22.

Og ja, tú kanst altíð skriva fleiri brøv. Tað at leita eftir orðum og sambandi er ein týdningarmikil liður í at fáa tað betri. Hóast tað kennist ógreitt nú, ber til at fáa greiðari fótafesti við røttu hjálpini, og tú nýtist ikki at finna vegin einsamøll.

Alt tað besta til tín.