Góða tú
Takk fyri, at tú skrivar so opið um hetta. Tað ljóðar sum tú stendur í einari sera tungari støðu, har tú veruliga pínist innaní og, har tankar skifta millum sjálvskaða og ein part av tær, sum framvegis vil liva og náa tínar dreymar. Hetta er eitt krevjandi innara stríð, og tað gevur meining, at tú kennir teg bæði bangna og útkoyrda. Tá mann hevur verið undir trýsti, til dømis av happing ella øðrum trupulleikum, kunnu kroppurin og sinnið reagera við ógvusligum kenslum og impulsum. Hetta er ikki tekin um, at okkurt er galið við tær. Hinvegin er tað ein menniskjalig reaktión upp á stóra sálarliga pínu.
Tú lýsir støður, har tú næstan missir tamarhaldið eina løtu. Tá kann tað hjálpa at hava heilt ítøkiligar strategiir fyri at steðga: at leggja tað, tú heldur í, frá tær, at flyta teg kropsliga úr støðuni, ella gera okkurt, sum ger teg róliga. Til dømis at lesa Manga ella vera saman við vinfólki. Tað, at tú sjálv steðgar tær er SO flott, og vísir, at ein sterkur partur av tær vil verja teg.
Tó skalt tú ikki standa einsamøll við hesum. Tað er týdningarmikið at siga einum vaksnum, tú hevur álit á, eitt nú foreldrum, einum lærara, heilsufrøðinginum í skúlanum, onkrum í familjuni, vinfólki ella foreldrum hjá vinfólki, hvussu tú veruliga hevur tað.
Sama hvussu fastlæst tað kennist nú, so broytast kenslur og lívsstøður. Tað, at tú bæði stríðist og framvegis droymir, er eitt sterkt tekin um vón! Tú eigur ikka at klára hetta einsamøll, hjálp er til tín, og tú ert verd at fáa hana.
Tú ert vælkomin at skriva aftur ella at ringja til Tú og Eg Ráðgevingina á 116111, sum er opin allar gerandisdagar frá kl 18 til 22.