Sjálvðmorð

Spurningur: Eg vil gjarna enda tað, og eg vil gjarna sigur onkrum frá tí eg orki ikki fyri hesum longri menn eg eri beingin at siga nøkrum um tey siga tað við míni foreldur. Eg vil so gjarna gera tað menn eg veit eg hevði ikki gjørt tað ella eg veit ikki eg hevði gjarna kunna og vilja ig men eg vil ikki míni foreldur skulu vita. Eg vil bara ikki hava tað so keðiligg longur eg veit ikki hvat er galið við mær.

Góða tú,

Takk fyri at tú skrivar so erligt um, hvussu tú hevur tað. Tað ljóðar sum, at tú ert sera troytt av at ganga við hesum einsamøll og hevur eitt sterkt ynski um, at pínan skal steðga. Samstundis lesi eg eisini, at tú ert bangin fyri at siga frá, tí tú óttast, at foreldrini fáa tað at vita. Hetta innara stríðið kann følast sera tungt, og tað er ordiliga menniskjasligt at føla seg fastlæstan, tá mann bæði vil hava hjálp og samstundis er bangin fyri avleiðingunum.

Tá mann hevur gingið leingi við so svárum kenslum, kann tað byrja at følast, sum um okkurt er galið við sær. Men ofta er talan um eina reaktión upp á stórt sálarligt trýst, og ikki at tú ert skeiv ella forkert. Tankar um at enda lívið eru eitt tekin um, at tú hevur tað sera trupult, og júst tí er tað so sera týdningarmikið, at tú ikki stendur einsamøll við teimum.

Tú hevur rætt til at tosa við ein vaksnan, tú følir teg trygga við. Til dømis ein lærara, heilsufrøðingin í skúlanum, onkran í familjuni ella foreldur hjá vinfólki. Sig honum/henni frá, at tú ert bangin fyri, hvør fær tað at vita. Nógv vaksin ynskja at lurta og hjálpa tær at finna eina góða loysn.

Sama hvussu tungt og vónleyst tað kennist beint nú, so eru kenslur ikki varandi, men broytast. Tað, at tú skrivar inn her og leitar eftir hjálp, vísir dirvi og eitt ynski um, at tingini kunnu gerast betri. Tú ert verd at fáa stuðul og skalt ikki standa einsamøll við hesum.

Tú ert vælkomin at skriva aftur ella at ringja til Tú og Eg Ráðgevingina á 116111, sum er opin allar gerandisdagar frá kl 20 til 24.