Veit ikki ordliga

Spurningur: Eg segði vit nakran eg gjørdi sjálvskaðandi atferð um tað er hvussu tað eitur og eg var klár (ikki ordliga men eg hevði gjørt meg kláran í eina lenga tí fyri hendan dagin) til at mín lív fór heilt at skiftast men einki hendi, tað var ein sum arbeiddi í skúlanum og eg helt at tey skuldu siga tað so eg hevði sum sagt áðrennn gjørt meg kláran men nei nei. Eg faktiskt skar eitt sindur meira so tað fór at verða tikið seriøst men nei. Eg eri pá ein máta glað/ur at persónurin ikki segði tað men pá hin mátan so eri eg ordliga kedd/ur tí eg roknaði við at eg fór endliga at fáa hjálp, sjálvt um tað fór at verða stravið í nakrir dagar aftaná. Enn og verri eg havið eisini eitt sindur av skild í hesum eg valdi at persónurin skuldi ikki siga naka, men er tað ikki ein lóg? Ella ferð tann lógin vekk tá mann er yvir ein bestemtan aldur? Sigi bara eg eri undir 18. Nú eri eg enn og meira beingin fyra at persónurin ferð bara at knappliga ringja mitt í ferjuni og siga tað, tað hevði eg slett ikki vilja! Nú má eg so verða beingin heima í næstan 2 vikur. Kanska ætlar persónurin at ringja aftaná ferjuna, tað hevði verið nógv betri. Eg eri bara forvirra og eg havði verið so beingin í fleiri dagar um hetta og nú siti eg bara heima meðan alt er sum tað plagar, men tað er tað ikki tí hvat um persónurin bra knappliga ringur? Eg hugsi næstan at eg burdi aldrin havt gjørt hettar.

Góða/i tú.

Takk fyri brævið. Og takk fyri, at tú skrivar so opið – tað krevur dirvi. Tað tú greiðir frá, ljóðar bæði tungt og forvirrandi og tað gevur góða meining, at tú situr eftir við blandaðum kenslum nú.

Tú hevði samlað dirvi til at siga frá um sjálvskaðandi atferð og hevði fyrireikað teg upp á, at okkurt fór at henda – kanska, at tú fórt at fáa hjálp. Tá einki hendi, kann tað kennast sum eitt stórt vónbrot og eisini sum um tú ikki vart tikin í álvara. Tað er væl skiljandi, at tað ger teg kedda/n og ørkymlaða/n.

Samstundis lesi eg eisini, at tú ert eitt sindur lættað/ur um, at tað ikki bleiv sagt beinanvegin. Tað vísir bara, hvussu tvíbýtt hetta kann kennast: ein partur av tær ynskir hjálp, og ein annar partur er bangin fyri hvat fer at henda. Hetta er púra normalt.

Tað er soleiðis í okkara samfelag, at tá ein er undir 18 ár, hava vaksin í skúlanum skyldu til at tryggja, at børn og ung fáa hjálp, serliga um tey eru í vanda. Men hvussu tey gera tað, kann vera ymist, og tey royna ofta at gera tað á ein hátt, sum er so tryggur sum gjørligt fyri teg. Tað merkir ikki, at tú hevur gjørt nakað skeivt – tú vart bara erlig/ur um, hvussu tú hevði tað.

Tú skrivar eisini, at tú hevur skaðað teg meira fyri at verða tikin í álvara. Tað sigur mær, hvussu nógv tú í veruleikanum hevur tørv á hjálp og at onkur sær teg. Tú eigur at verða tikin í álvara – uttan at tú skalt fáa tað verri fyri at vísa tað.