Trivnaður

Spurningur: Hey so eg trívist ikki væl í skúlanum og eg veit ikki hvat eg skal gera. Eg hati skúlan. Øll vaksin siga bara “ Áh tað er tí at tú ert komin í tann aldurin”. Men nei hetta hevur veri síðann 2023. Eg skal til ein sálarfrøðing skjótt men eg veit ikki nær. Eg haldi at eg fáði alt ov lítið av hjálp fyri trivnaðum. Tað er ikki bara at eg ikki dugi at rokna tað er eisini at øll børnini kunnu vera frek uftan at tey vita av tí. Men tað er eisini onkuntið læraranar sum gera okkurt. Og eg sum eri ein genta so blívi eg nógv lættari kedd og óð av hormonunum. Onkuntíð blívi eg happa fyri at vera kedd. Men eg kann ikki gera við tí at tey gera meg keddan…
Góða genta
Tað ljóðar strævið hjá tær at hava tað soleiðis. Tað er ikki stuttligt ikki at trívast í skúlanum, tá hann fyllir so nógv í gerandisdegnum. Tað ljóðar, sum um tú hevur fingið eina avtalu í lag hjá sálarfrøðingi, og tað ljóðar gott – tí so roynir onkur at gera okkurt við støðuna. Kundi tú kanska roynt at funnið útav, nær avtalan við sálarfrøðingin er?
Um tú ikki longu hevur roynt tað, so kann eg eisini viðmæla tær at tosa við heilsufrøðingin á skúlanum – tær duga væl at tosa við børn og ung um hesi tingini, um tað, sum lærararnir siga, og hinir næmingarnir gera, sum gera teg kedda og óða. Tú ert eisini vælkomin at ringja til ráðgevingina á 116 111 millum kl. 20-24. Har kanst tú tosa við ein vaksnan uttan at siga, hvør tú ert.
Alt tað besta,
Annika