Góða tú
Fyrst vil eg siga, at tað ljóðar sum um tú hevur tað ordiliga hart beint nú. Tað er gott, at tú skrivar inn her. Tað krevur nógv mót at seta orð á nakað, sum er so persónligt.
Tá ið tú skrivar, at tú heldur teg kanska hava BPD, fái eg ein varhuga av, at tú hevur hugsað nógv um, hví tú hevur tað sum tú hevur tað. Tað gevur góða meining. Nógv ung, sum blíva forvirrað í mun til sínar kenslur og identitet, hava ringt við at lýsa tað, tey uppliva. Tað er tó umráðandi at vita, at mann kann ikki sjálv/ur seta eina slíka diagnosu. Nógv av sjúkueyðkennunum og kenslunum, sum verða sett í samband við BPD – eitt nú ólag í kensluregulering, kensluligur tómleiki, óvissa um hvør mann er ella ótti fyri at verða avvíst/ur, kann eisini vera nakað, mann upplivir í tannárunum, tá mann enn er við at finna útav, hvør mann er. Tað merkir heldur ikki, at tú “bara ert dramatisk” ella yvirreagerar, men heldur, at tú hevur brúk fyri hjálp til at skilja og handfara tínar kenslur.
Tú skrivar, at tú ikki vilt, at foreldrini hjá tær skulu vita um hetta, og tað skilji eg væl. Men tað er eisini ringt at fáa hjálp, um mann gongur einsamallur við sovorðnum tonkum. Tað er kanska onkur vaksin, sum tú bara hevur eitt lítið sindur av áliti á? Ein lærari, onkur vaksin í familjuni, skúlasjúkrasystirin, mamma at einari vinkonu, sum kann hjálpa tær at finna røttu hjálpina, uttan at tað verður fortalt fyri tínum foreldrum beinanvegin. Tú kanst eisini ringja til Tú og Eg Ráðgevingina á tlf. 116 111 millum kl. 18-22 gerandisdagar. Har kanst tú vera heilt anonym og tosa við ein, sum vil lurta og hjálpa tær við, hvat tað næsta stigið kann vera.
Tú lýsir, at tú ikki veitst hvør tú ert og følir teg misskilta av vinfólki. Tað má følast ógvuliga einsamalt. Tú hevur ikki uppiborið at verða kallað dramatisk tí tú hevur tað ringt. Tú hevur uppiborið at verða skilt og møtt.
Alt tað besta,
Herborg