vil vera vvanligur

Spurningur: mítt lív sær út sum tað er so forbiði gott, beint nú í hvørtfall. Eg havi damu og vinir og alt gongur væl. Men aftanfyri alt tað góða eri eg avhangiður av onkrum (vil ikki siga hvørjum) eg eri so glaður men enn so sjukliga deprimeraður av hesum lortinum sum eg eri blivin avhangiður av. Eg eri bangin fyri at alt mítt lív fer at oyleggjast vissi eg ikki steðgi nú. Og eg kann simpulten ikki søkja hjálp tí skrivi eg her, um tað eru nøkur hjálp, tað minsta hjálpin kann hjálpa. Eg vil bara liva tað góða lívi hjá mær um tað ikki er forseint nú. Nøkur ráð?? veit hetta er øgiliga innvikla kanska og ja eg ani ikki um nakar kann hjálpa her, men eg hopi áðrenn mítt lív dettur saman.
Fyrst av øllum takk fyri, at tú skrivar. Tú vísir dirvi og ein vilja til broyting við at seta orð á nakað, sum kennist so tungt og skroypiligt. Serliga tá tú eisini gert nógv fyri, at alt skal síggja so gott út uttaná. Tað er týðiligt, at tú stríðist nógv einsamallur. Tað má kennast bæði ræðandi og troyttandi.
Tú lýsir, at tú er bundin av onkrum og, at tað ger teg bæði tunglyntan og bangnan fyri at missa alt tað góða, tú hevur í lívinum. Tað gevur ordiliga góða meining, at tú hevur tað soleiðis. Tá mann verður fangaður í onkrum, sum bæði gevur ein stuttan lætta og samstundis oyðileggur ein innanífrá, kann tað føra til, at mann følir seg fangaðan millum tveir heimar. Tann, mann ynskir at liva í, og tann, mann roynir at sleppa burtur frá.
Tú skrivar, at tú bara vilt liva tað góða lívið. Hetta er eitt sterkt tekin um, at tú ikki hevur givið upp! Tú veitst væl, at tú mást steðga, og sjálvt um tað kennist ógjørligt beint nú, so er tað júst hendan tilvitanin, sum kann verða byrjanin til at gerast leysur.
Eg lesi úr brævinum, at tað er vón og tú veruliga vilt stríðast. Tú skalt ikki ganga og skamma teg ella stríðast einsamallur. Tú hevur uppiborið hjálp og eitt lív, har tað góða ikki alla tíðina er undir skugganum av tí ringa.
Tú skalt vita, at tú ikki ert einsamallur, og tað ER hjálp at heinta. Eg veit, at tað er alt annað enn lætt at siga tað fyri onkrum, men tú hevur longu víst, at tú megnar við hesum brævinum. Er onkur vaksin, sum tú stólar uppá? Tað kann vera foreldur, lærari, venjari, foreldur hjá einum vinmanni ella onkur annar vaksin í familjuni. Nógv ung hava tað trupult sum tú og føla, at tað hjálpur at siga tað við onkran. Tað er ikki neyðugt at siga alt í senn, men byrja eitt stað. Tú ert vælkomin at skriva aftur. Eisini kanst tú ringja til Tú og Eg Ráðgevingina á tlf. 116 111 gerandisdagar kl. 18-22.
Alt tað besta,
Herborg