Góða tú,
Eg fái heilt ilt í hjartað av at lesa tað, tú skrivar. Tað ljóðar sum um tú hevur tað ordiliga ringt beint nú, og at tú hevur borið uppá hetta leingi. Eg eri ordiliga glað fyri, at tú skrivar. Tað vísir, at tað enn er okkurt í tær, sum vónar, at okkurt kann broytast.
Tú skrivar, at tú skert teg sjálva og hevur havt tankar um ikki vilja liva meira, so tað er sera álvarsamt. Tað vísir, at tú hevur so ilt innan í, at tú roynir at finna onkran máta at doyva pínuna. Onnur ung fólk, sum eisini skaða seg sjálvi, lýsa tað sum tann einasta mátan at fáa kroppin at slappa eitt sindur av, ella at sleppa undan kensluni av kaos í eina løtu. Men tað hjálpur bara fyribils, og aftan á stendur mann ofta eftir við einari kenslu av skuld og skomm ella er bangin fyri, at onkur skal uppdaga tað.
Tú skrivar, at tú gongur til sálarfrøðing, men ikki tímir tað meir. Tað er væl skilligt. Tað kann vera ordiliga ringt at opna seg, serliga um mann følir, at sálarfrøðingurin ikki skilir seg, ella spyr upp á ein máta, sum følist ov nógv. Eg haldi tó, at tað er umráðandi, at tú fortelur henni, at tú skert teg sjálva og hvussu hart tú hevur tað. Tað kann følast ræðandi, men hon kann ikki hjálpa tær við tí, hon ikki veit. Hon er har fyri at stuðla tær og ikki fyri at døma teg.
Tað er sera týdningarmikið, at tú ikki gongur einsamøll við hesum meira. Fært tú aftur tankar um at skaða teg sjálva ella ikki vilt liva, skalt tú ringja til onkran beinanvegin, t.d. til Tú og Eg Ráðgevingina, sum svarar gerandisdagar kl. 18-22. Har kanst tú vera anonym og har sita fitt fólk, sum fegin vilja lurta og hjálpa tær. Ella tú kanst tosa við onkran vaksnan, sum tú hevur bara eitt sindur av áliti á, t.d. ein lærara, sjúkrarøktarfrøðingin á skúlanum hjá tær, onkran fittan vaksnan í tínari familju ella mammuna hjá einari vinkonu.
Eg vil eisini siga nakað týdningarmikið: Hetta, sum tú fert í gjøgnum, kann blíva betri. Tað kann følast ógjørligt beint nú, men nógv ung, sum hava havt tað sum tú, siga, at ein dag høvdu tey ikki longur brúk fyri at gera skaða á seg sjálvan fyri at klára ta innaru pínuna.
Tú ert ikki veik. Tú ert ein genta, sum hevur stríðst ov leingi einsamøll. Nú er tíðin komin, at onkur hjálpur tær at bera hetta.
Alt tað besta,
Herborg