Útbúgving

Spurningur: Hey! Eg eri ein 17 ára gomul genta. Eg havi fingið lærupláss sum snikkari og var ordiliga glað fyri tí, men nú leggi eg merkis til at eg faktist ikki tími at vera snikkari av líka væl, men heldur vil vera námsfrøðingur. Eg eri bangin fyri at mamma mín verður skuffa tí hon visti hvussu nógv eg tímdi tað. Eg havi fingið arbeiði har til í august.
Góða tú
Tað kann vera ringt at vita, hvat man skal velja at útbúgva seg til, tí valmøguleikarnir eru so nógvir. Og nógv kunnu – eins og tú – halda nógv ymisk ting vera spennandi í senn.
Tað er púra vanligt at skifta kós, og tað er kanska eisini lættari at skifta tíðliga enn at bíða longri og tíma tað verri og verri, tá tú veitst, at tú heldur vilt námsfrøðina. Eg skilji væl, at tú kanst stúra um, hvat mamma tín fer at siga, men tað, sum er mest umráðandi, er, hvussu tú sjálv hevur tað við tínum vali. Um so er, at tú heldur vilt námsfrøðina, so vil eg avgjørt ráða tær til at fara í holt við tað. Eg kundi ímyndað mær, at mamma tín verður glað tína vegna, at tú arbeiðir við onkrum, sum tú tímir og hevur hug til.
Alt tað besta,
Annika