Idk

Spurningur: Eg eri bara líkasum ill og kedd altso “dissapointed” at eg kann ikki fiksa fólk altso líkasum eg vil bara kunna fiksa allir mínir vinir um naka er galið sjálvt um tað er ordliga alvorligt og eg hevði ynskt at mann bara kundi gera tað menn tað er ikki møguligt og tað er so irriterandi eg vil bara kunna hjálpa teimum so nógv sum møguligt og so fáa tey at verða okey menn tað riggar bara ikki soleiðis sjálvt um eg lesi um hvussu at hjálpa akkurát tí tinginum onkur kanska hevur ella er galið so kann eg bara ikki gera tað er eri bara ein 15 ára gomul genta og tey hava brúk fyri ordligari hjálp men eg hevði bara ynskt at eg kundi hjálpt meira enn eg kann
Góða tú,
Tað, tú skrivar vísir stóra umsorgan, og tað er so týðiligt, hvussu nógv tú leggur í tínar vinir. Hvussu góð tú ert við tey. Sjálvandi følir tú teg kedda og frustreraða, tá tú so gjarna vilt hjálpa teimum, eisini tá tað er so alvorligt. Men tú følir ikki, at tú fært gjørt nokk.
Tá vit eru so góð við onkran, vilja vit sjálvandi, at tey skulu fáa tað gott aftur, og vilja eisini gera okkurt fyri, at tey skulu fáa tað betri. Tað er týdningamikið at minnast til, at tað ikki er tín ábyrgd at fixa onnur. Tú kanst vera ein góður vinur, men tú ert ikki ein terapeutur ella tann, sum skal bjarga øllum.
Tað besta, tú kanst gera, er at lurta, taka tey í álvara og vísa umsorgan. Samstundis kanst tú royna at fáa tey at tosa við onkran vaksnan. Tað kann vera eitt foreldur, ein lærari, heilsufrøðingur ella onkran annan vaksnan, tey hava álit á. Er tað so, at tú følir, at tað er sera álvarsligt, er tað eisini í lagi, at tú sjálv fert til ein vaksnan. Tú svíkir ikki hin við at gera tað, men hjálpur henni/honum at fáa røttu hjálpina.
Tað eru nógv ung, gentur og dreingir, sum føla hesa ábyrgdina fyri øðrum. Men ongin, heldur ikki vaksnir sálarfrøðingar, kunnu bjarga øðrum. Vit kunnu stuðla og vera har fyri tey, men broyting má koma innanífrá og við røttu hjálpini rundan um.
Minst eisini til at ansa eftir tær sjálvari. Tú mást sleppa at vera 15 ár og ikki bera for nógv. Tú gert longu meira enn tú nokk heldur.
Tú ert vælkomin at skriva aftur ella ringja til Tú og Eg Ráðgevingina á 116111, sum er opin allar gerandisdagar frá kl. 20 til 24.
Alt tað besta til tín.