Sjálvskaða og trupulleikum

Spurningur: hey <3 eg stríðist við sjálv skaða, og eri ein 12 ára genta. Eg vil bara gera hetta brævið so onnur á brævkassanum kunnu síggja at tey eru ikki al eina, og tað er í lagi at vera keddur. Meira info um meg er at eg havi autismu, adhd, obsessiva kompulsiva sjúku, familju problemum, og annað. Til hvør enn lesur hetta: lívið kann vera MEGA strævið, men eg elski teg líka mikið hvat <3 aldrin gev up, tí at har er eitt ljós á hinari síðuni av tunnelini, og øll eru øðrvísi. <3 – heilsan, M.

Góða tú. Takk fyri brævið. Tað, at tú skrivar fyri at vísa øðrum, at tey ikki eru einsamøll, sigur nógv um, hvussu stórt hjarta tú hevur – hóast tú sjálv stríðist.

 

Tú ert 12 ár og hevur nógv at stríðast við í tínum lívi við ma. sjálvsskaða, autismu, ADHD og familjutrupulleikum. Tað er nógv fyri eitt ungt menniskja. Tað er ikki løgið, at lívið kann kennast strævið. Tað merkir ikki, at tú ert veik – tað merkir, at tú ert í eini truplari støðu.

 

Tað, tú skrivar til onnur – at tey ikki eru einsamøll, at tað er í lagi at vera kedd og at tað er ljós hinumegin tunnilin – er bæði vakurt og satt. Tað kann vera so hjálpsamt hjá øðrum at vita, at tey ikki eru einsamøll og at síggja/hoyra, at tað er í lagi, at vera troytt, tá lívið kennist tungt. Eisini ein so týdningarmikil boðsakpur tú hevur við, at eggja øðrum til ikki at geva upp. Kenslur broytast. Støður broytast. Og hjálp finnist.

 

Stóra takk fyri at tú ert eitt ljós fyri onnur, mitt í myrkrinum, sum tú sjálv kennir. Tað vísir styrki. Takk fyri tað.

 

Tú ert vælkomin at venda tær aftur til Tú og Eg Ráðgevingina hjá Barnabata á 116 111.