Góði tú
Takk fyri brævið.
Tað eru nógv ung og vaksin, sum onkursvegna stríðast við angist, og tað kann forstýra rættiliga illa. Tað ljóðar tað eisini til at gera hjá tær. Tvangstankar og paranoia kann gott hanga saman við angist. Tað er ofta við (keðiligum, ræðandi ella órealistiskum) tonkum, at angist byrjar, sum síðani kann ávirka kenslur og atferð.
Nú veit eg ikki, um tú hevur roynt nakra viðgerð, men tað er gjørligt at sleppa av við angist aftur. Eftirsum tað er versnað seinastu tíðina, og tú eisini upplivir eitt trykk í høvdinum, so hevði eg viðmælt tær at farið til tín kommunulækna. Kommunulæknin kann tosa við teg um møguliga at fáa ávísing til sálarfrøðing (ókeypis), ella um okkurt annað skal kannast nærri.
Tú ert vælkomin at skriva aftur til okkara.
Alt tað besta.