Hey,
Takk fyri brævið.
Tað rakar meg, tá eg lesi tað, tú skrivar. Tað ljóðar, sum tú hevur tað sera, sera tungt beint nú, og at tú situr við so nógvari pínu ella vónloysi, at tankin um at doyggja følist sum ein útvegur. Tað má vera ótrúliga tungt at hava tað soleiðis.
Tú skrivar, at tú vilt “ordiliga gjarna drepa teg sjálvan”, men eisini at tú “faktiskt ikki fert”. Tað fær meg at hugsa, at ein partur av tær enn heldur fast í lívinum, hóast tað er sera torført júst nú, og hetta er ein vigtigur partur. Ofta, tá menniskju fáa sjálvmorðstankar, er tað ikki sjálvum lívinum, tey vilja sleppa frá, men teimum ótolandi kenslunum, trupulleikunum ella pínuni, sum tey eru í.
Eg eri stúrin um teg, tí sjálvmorðstankar skulu altíð takast í álvara. Tí vóni eg, at tú fert at siga einum vaksnum frá, hvussu tú hevur tað. Tað kann vera mamma tín, pápi tín, onkur annar vaksin í familjuni, lærari, heilsufrøðingurin í skúlanum ella onkur annar vaksin, sum tú hevur álit á. Tú mást ikki bera hetta einsamøll/einsamallur.
Um tað kennist ov ringt at tosa við onkran, kanst tú eisini ringja til Tú og Eg Ráðgevingina á tlf. 116111, sum er opin allar gerandisdagar frá kl. 20 til 24. Har sita vaksin fólk, sum ynskja at lurta og hjálpa, og eru von at tosa við børn og ung í líknandi støðu sum tú ert í. Ella skriva aftur her. Um tú kennir teg í vanda fyri at gera tær sjálvum skaða, er tað umráðandi at fáa hjálp beinanvegin við at venda tær til ein vaksnan, kommunulækna ella bráðfeingishjálp (112 ella Læknavaktin tlf. 1870).
Eg veit ikki, hvat tað er, sum ger, at tú hevur fingið tað soleiðis, men eg veit, at nógv ung, sum hava havt sjálvmorðstankar, seinni hava verið glað um, at tey bóðu um hjálp. Kenslur kunnu broytast, eisini tá tað kennist ómøguligt at trúgva tí.
Tú ert ikki einsamøll/einsamallur, og tú hevur uppiborið hjálp.
Minst til, at tú ert vælkomin at skriva aftur ella at ringja til Tú og Eg Ráðgevingina á tlf. 116111, sum er opin allar gerandisdagar frá kl. 20 til 24.
Alt tað besta.